Sogn public
[search 0]
More
Download the App!
show episodes
 
Loading …
show series
 
"Hugskot við Ellu" eitur ein nýggj sending, sum Biit ger.Ì sendingini ummælir miðlagrafikarin Ella útvald føroysk búmerki. Hon kemur millum annað við ymiskum boðum uppá, hvussu búmerkini kundi riggað betri.Í fyrsta parti viðger Ella búmerkini hjá ávíkavist Betri-samtakinum, Føroya Keypssamtøku, Trin 27, Býarbókasavninum og Kringvarpi Føroya.…
  continue reading
 
"Emma var móðirin, sum veitti troyst - lyfti og lætti, tá svárast stóð til. Hennara vitan var ikki einans knýtt at einum embætisprógvi sum lækni, men hon hevði eisini eitt stórt innlit í menniskjasálina." Soleiðis skrivaði Frits Johannesen í føðingardagsgrein, tá Emma Winther 4. februar í ár (1998) fylti 80 ár. Emma Winther var fyrsta kvinna, sum v…
  continue reading
 
Íslendingar hava í mong ár fingið ein stóran part av orkuni, teir brúka, úr undirgrundini. Tann heita keldan Geysir hevur gjørt Ísland kent um allan heim, hon hevur verið eitt tekin um ta nógvu orkuna, sum íslendska undirgrundin goymir. í sendingini verður sagt frá, hvussu íslendingar nýta tað heita vatnið til upphiting og ravmagnsframleiðslu.…
  continue reading
 
Klaksvíkingurin, Jógvan Vágsheyg, hevur í mong ár búð í Nuuk. Seinnu árini hevur hann koyrt hýruvogn í býnum. Tá Zacharias Hammer var í Grønlandi við seinasta politibátinum, hitti hann Jógvan. Teir báðir fara ein túr gjøgnum grønlendska høvuðsstaðin, har Jógvan sigur frá og minnist ymiskar hendingar sum hýruvognsførari í býnum. Nýggja og stásiliga …
  continue reading
 
Annika Hoydal er tónleikari, sjónleikari og ein bergtakandi sangari, ið hevur verið virkin í meira enn hálva øld – ella meiri nágreiniligt, í heili sjey áratíggju.Hon er kend sum sangari í bólkinum Harkaliðið, umframt at hon hevur framført nógv undir egnum navni.Síðan seksti árini hevur hon verið partur av umleið 15 tónleikaútgávum og nógvir av san…
  continue reading
 
Í fimmti- og sekstiárunum trossa tveir ungir mans alt vit og skil, og brúka alla sína frítíð og hópin av pengum upp á konstnaðarmikla filmsútgerð og ráfilm, fyri at dokumentera bæði samtíðina og gamlar siðvenjur. Fá vóru tey, ið dugdu at síggja virðið í filmsarbeiðinum hjá hesum ungu monnum. Teir verða roknaðir sum tveir originalar, ið heldur taka …
  continue reading
 
Seinastu árini hevur Uni Leitisstein Hansen staðið fyri søguligu filmsverkætlanini Føroyskar Søgur. Ein hópur av upptøkum filmaðar í Føroyum, síðan filmsmiðilin varð uppfunnin, eru komnar fram úr goymslunum. Burtur úr arbeiðinum eru higartil komnar tvær filmsfløgur í røðini Føroyskar Søgur. Nú leitar Uni Leitisstein Hansen aftur um nakrar av upptøk…
  continue reading
 
Eitt myrkt kvøld mitt í mars høvdu fýra tónleikarar sett sær fyri at órógva okkara fatan av tónleiki og óljóði Onkur teirra var tónleikalærari, onkur annar kokkur. Summir áskoðarir komu inn í Perluna hetta kvøldið av berum forvitni, meðan onnur komu fyri at dyrka órógvið, ið verður lýst sum bæði óhugnaligt men eisini reinsandi. Í heimildarfilminum …
  continue reading
 
Eyð og Claus kunna ikki fáa børn á vanligan hátt. Tey gjørdu av at taka tøknifrøðina til hjálpar, og í november í fjør fekk Eyð fýra gitin egg sett upp í lívmóðurina á Ríkissjúkrahúsinum. Tollaksmessudag fekk hon boð um, at trý av eggunum høvdu fest seg. Hon skuldi hava tríburðar. Í sendingini fylgja vit tríburðunum hjá Eyð frá gitnaði til føðing. …
  continue reading
 
Eirik Bakke og Marius Bøe er gjester i denne utgåva av Radl om badl. Her fortel Bakke om sin nye kvardag som fotballekspert for Viaplay si Premier League-satsing og tida etter Sogndal Fotball. Marius Bøe har teke sats og har starta sitt eige selskap. No mimrar duoen tilbake til dagane på grasmatta og deler sine tankar om dagens situasjon.…
  continue reading
 
26. mars í 1994 var Norðurlandahúsið karmur um eina hugtakandi konsert, har fleiri av okkara fremstu tónleikarum spældu. Í miðdeplinum var Rúna á Heygum, ein hin besti sangarin í Føroyum í dag. Í hesi sending síggja vit brot frá konsertini og eisini er samrøða við Rúnu, m.a. um nær hon byrjaði at syngja.…
  continue reading
 
Páskadag vísti Kringvarpið eina páskakonsert í sjónvarpinum við kórinum Fljóðljóð.Fljóðljóð er kvinnukór við 16 royndum sangarum, stovnað á heysti 2016.Kórið syngur ymisk sløg av tónleiki, bæði klassiskt, sálmasang og aðrar norðurlendskar kórsatsir, umframt nýggjari, lættari tónleik.Kórleiðari er Súsanna Joensen.…
  continue reading
 
Loading …

Quick Reference Guide