Gunnar Lott public
[search 0]
More

Download the App!

show episodes
 
Savnssending Stykkjagóðs er løtt og summarslig sending, á tremur við góðum tónleiki, práti, samrøðum, tjakpaneli, nýggjari PowerPlay og føroyskum klassikara við søguni um sangin hvørja viku, eins og einum soulklassikara hvønn dag. Hvønn dag klokkan 11:15 eru føst evni á skránni. Mánadagar er evnið minnilutin, týsdagar umrøður serfrøðingapanelið, ið er mannað av Ingvør Nolsøe, Inga Joensen og Birgir Kruse, samleikan hjá einari føroyskari fyritøku ella stovni, mikudagar støkkur summargestur á ...
 
Loading …
show series
 
Psykoterapeuturin og avhengigheitsráðgevin, Bjørg Mortensen, tosar í sendingini nógv um alkoholismu og medavhengigheit; bæði hjá avvarðandi til alkoholikarar og fólki annars. Umframt privata viðgerð, er hon knýtt at viðgerðarstovninum Heilbrigdi. Bjørg Mortensen harmast, at ikki fleiri tilboð eru til avvarðandi. Av øðrum, sum Bjørg tosar um, kunnu …
 
Elin í Stórustovu skipar fyri útvarpsspengini Fit. Hon sigur, at kósin er tann sama sum síðsta vetur, men at tátturin við lívsstílsbroyting er settur av til kvinnur, sum hava tikið uppá eftir barnsburð. Fit hevur eisini aðrar heilsu-, kost-, og venjingartættir á skránni í vetur. Tað er annað árið, at sendingin Fit verður á hoyra í útvarpinum hjá Kr…
 
Men Ingvør Nolsøe játtar tó, at kvinnurnar tíma ikki eins væl og menninir. Tó heldur hon, at tá kvinnurnar hava fingið sínar útbúgvingar og børnini eru vaksin nakað, átti at borið til at tikið felags-samfelagsliga ábyrgd. Í samrøðuni verður eisini tosað um kvinnur fyrr og nú, og um at ferðast, sum part av at taka ábyrgd fyri egnum lívi.…
 
Sakaris Zachariasen, Sakaris í Streymnesi, býr í Skálavík og virkar sum útróðrarmaður. Fiskivinnan er eisini hansara høvuðsáhugi og tískil er tað høvuðsevnið í hesum parti av dagsins Stykkjagóðssending. Eisini tosar Sakaris um annað samfelgasligt, umframt uppvøksturin í Streymnesi, ið var merktur av, at mamman doyði frá honum á ungum árum.…
 
Tá verður konsert í Norðurlandahúsinum við Marknaliðnum, ið er mannað við teimum báðum úr Harkaliðnum, umframt Kaj Johannesen og Eyðun Mohr Hansen. Annika Hoydal og Jógvan Dahl greiða í samrøðuni frá gomlum døgum, tá tey hugnaðu sær við Harkaliðnum í Danmark. Eisini verður konsertin leygarkvøldið umrødd.…
 
LGBT, Føroyar er felagið hjá samkyndum, tvíkyndum, og transpersónum. Sonja Jógvansdóttir sigur frá umstøðunum hjá teimum, sum víkja frá meirilutanum kynsliga. Hon heldur, at fjøldin sum heild góðtekur, at LGBT limir fáa lógarliga javnstøðu, og tí eru tað fyrst og fremst politikararnir, ið eiga at handla. Í samrøðuni sigur Sonja Jógvansdtóttir eisin…
 
Talan er um eina sera langa ferð í Norðurspania, sum fólk oftani byrja í Suðurfraklandi og enda í Santiago de Compostela. Har verður gist á herbergum og viðførið eigur ikki at vera tungt. Kristina Christiansen gekk fyri tveimum árum síðan allan teinin einsamøll, men í ár gingu hon og dóttirin bert ein part av strekkinum. Kristina greiðir í sendingi…
 
Súsanna Vígdá er clairvoyantur, miðil, hypnoterapeutur, og healari. Síðan hon var smágenta hevur hon havt samband við tað ókenda. Hesi evni nýtir hon í dag til at hjálpa fólki, ið ynskja at fáa eitt betur lív, ella at koma víðari. Eisini vitjar hon hús, har fólk ganga aftur, umframt at hon gjøgnum hypnoterapi t.d. kann stuðla einum í at leggja av a…
 
Eisini er samrøða við Gunvá við Keldu, borgmeistara í Klaksvík, um ferð til Kýpros, har hon hitti umboð fyri býráðið í býnum Limassol. Hetta er seinni partur av Stykkjagóðssendingini 23.08,12. Í fyrra parti var einans ein samrøða, ið er løgd út sum "Camino til heimsins enda". (myndin sýnir Onnu Dalsgaard og Jóngerð Poulsen, nevndarlimir í Beranum).…
 
Havnakvinnan Laufey Blaasvær hevur sera greiðar meiningar í javnstøðuspurningum. Tá fólkið herfyri skuldi teljast í Manntal, helt hon tað vera nógv fyri, at orðið Fólkatal ikki varð nýtt. Laufey sigur, at hon sum kvinna krevur at kenna seg aftur í tungumálinum, ið er rættiliga maskulint. Tá prátið kemur inn á fyrimyndir, hava Astrid Lindgren og Pip…
 
Fyrrverandi landsliðsmálmaðurin var í gjárkvøldið í Degi og Viku og vísti á trupulleikan við svørtum peningi í føroyskum fótbólti. Sendingin Stykkjagóðs spyr Jens Martin, hvørjar afturmeldingar eru komnar í dag til hansara ákærur. Eisini tosa vit við Mannin í Topphúgvini um bókina sum heild; hvør munur var á hugburðinum á A-landsliðnum í mansfótból…
 
Harafturat vitjar kvinna, sum hevur lisið í Australia í tvey ár, eins og umboð fyri MFS, nú Pisudagar vera komandi dagarnar. Harafturat greiðir Turið Sigurðardóttir, professari í bókmentum, frá samkyndleika í føroyskum bókmentum, umframt at sagt verður frá 800 metra stafettini í frísvimjing til OL, har Pál Joensen luttekur á danska liðnum.…
 
Eisini hitta vit Elin Brimheim Heinesen og Kára Jacobsen, nú Nalja aftur fer á pall eftir 22 ára steðg. Eisini frætta vit frá okkara fólki í London, eins og vit hava samrøðu við Pál Joensen, svimjara. Og Ólavsøkan stundar til ? vit spyrja Solby Eliasen, programleiðara, og Barbaru Samuelsen, dokumentarleiðara, hvat kringvarpið borðreiðir við á tjóða…
 
Føroyski klassikarin hesuferð er sangurin Føroyar hjá Frændum. Steintór Rasmussen hevur skrivað sangin, og hann greiður frá søguni um sangin. Eisini verður tosað við Jógvan Hugo Gardar, nú eitt ár er liðið síðani sorgarleikin á Utøya. Eisini fáa vit vitjan av tveimum føroyskum songkvinnum ? tveimum sera ymiskum kvinnum - onnur telist millum limirna…
 
Eisini hitta vit Firouz Gaini, mannfrøðing, sum vit eitt nú spyrja, um mammur skulu fara á G! Og vit hitta Kapten Röd úr Svøríki, Raske Penge og Ham Der Hasse úr Danmark, Bárð Næs, ið skipar fyri tiltøkunum í Grundini, Jón Tyril, samskipara av G! Festivali, um festivalskránna fyri fríggjadagin. og vit ringja til Hall Helmsdal, sum er á veg upp um f…
 
Eisini verður nomið við nýggja búmerkið hjá SSP, ið merkir Skúli, Sosialir myndugleikar, og Politi. Vit tosa eisini við Jógvan Martin Olsen, venjara hjá Víkingi, sum skal spæla móti FC Gomel úr Hvítarusslandi, og Mikkjal Thomassen, venjara hjá B36, ið skal spæla móti Linfield FC, eins og vit hitta Jákup Mørk, nevndarlim í B36, eins og fótbóltsviðme…
 
Nú Bastilliedagur, ið er franskur tjóðardagur, er 14. juli, tosa vit við Honnu Jensen, ið er franskur konsul í Føroyum; Dominique Souvy, ið er fraklendingur, sum er búsitandi í Føroyum; og Albert Isfeld, arkitekt, um Eiffeltornið, Georges Pompidiou Center, og La Grande Arche ella nýggja Triumfbogan, ið allir eru kendir bygningar í franska høvuðssta…
 
Føroyski klassikarin hesuferð er sangurin 60'ini hjá Martini Joensen. Martin vitjar í Stykkjagóðsi, her hann greiður frá søguni um sangin. Eisini tosa vit við Finn Johannesen, samskipara, nú størsta ferðamannaskipið, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum, 317 metrar langa Celebrity Eclipse var á Klaksvík leygardagin.…
 
Loading …

Quick Reference Guide

Copyright 2021 | Sitemap | Privacy Policy | Terms of Service
Google login Twitter login Classic login