×
Kringvarp Føroya public
[search 0]
×
Best Kringvarp Føroya podcasts we could find (updated February 2020)
Best Kringvarp Føroya podcasts we could find
Updated February 2020
Join millions of Player FM users today to get news and insights whenever you like, even when you're offline. Podcast smarter with the free podcast app that refuses to compromise. Let's play!
Join the world's best podcast app to manage your favorite shows online and play them offline on our Android and iOS apps. It's free and easy!
More
show episodes
 
Gerandisdagar: Mánadag – fríggjadag, 10 sendingar frá klokkan 7:00 – 18:00Vikuskifti: Leygardag og sunnudag, tríggjar sendingar frá klokkan 10:00 – 18:00Tíðindasendingin í útvarpinum varpar ljós á samfelagið, og tíðindaflutningurin greinar og perspektiverar núlig evni í einum samansettum heimi.Tíðindaflutningurin hjá Kringvarpi Føroya er óheftur av politiskum, handilssligum, átrúnaðarligum og øðrum seráhugamálum.
 
Umframt at veita føroyingum tey nýggjastu tíðindini, fer sendingin eisini í dýpdina við tí núliga. Hetta verður gjørt við temasendingum, har eitt evni verður viðgjørt frá ymiskum vinklum.Meginparturin av tíðindunum eru føroysk, men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Harafturat er Kringvarp Føroya í tøttum samstarvi við hinar norðurlendsku public service rásirnar, og kann tí veita tað nýggjasta úr øllum Norðanlondum.Stjórnin handan Dag og viku leg ...
 
Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.Her verða gjørdar bæði featuresendingar við menniskjaligu frásøgnini í sentrum, magasinsendingar og gravandi sendingar við fokus á óreglusemi í samfelagnum.Innihaldsliga fevna sendingarnar um alt frá søgu, siðsøgu og lívsstíli til sosialrealismu og portrett.
 
Morgunlesturin er eins gamal og sjálvt Kringvarpið. Prestarnir í fólkakirkjuni skiftast at skriva hvørja viku, og ymisk fólk kring landið lesa lestrarnar.Sendingin byrjar við einum sálmi, síðan kemur bøn, skriftorð og so nakrar linjur um tekstin - ofta sett í eitt nútíðarhøpi - og endar við Faðir vár og einum sálmi.
 
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
 
Í Kvørnini verða tónleikaútgávur umrøddar. Serliga eru tað nýggjar føroyskar útgávur, men stundum sleppur útlendskur tónleikur framat. Sendingin er skipað sum pallborðsorðaskifti.Við grøna borðið í útvarpsstovuni eru vanliga vertur og trý tónleikaáhugað. Nakað av útskifting er við borðið. Tað eru umleið seks fólk í alt, sum skiftast um at taka lut.Fyritreyt fyri at sita við pallborðið í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.
 
Savnssending. Nýggj føroysk sjónvarpssending við trimum gestum í sjónvarpsstovuni hvørt sunnukvøld. Talan er um eina breiða sending við millum annað gestum frá vinnulívinum, mentanarpallinum, ítróttinum, samfelagskjakinum og fólkum annars, ið hava áhugaverdar ella øðrvísi lagnur og sjónarmið. Vertur er Heini í Skorini.Frætt eisini meira her: Sjá á Facebook
 
Ymiskir prestar skriva Hetta heilaga Evangeliið. Nýggjur skrivari tekur við hvørt kirkjuár; frá fyrsta sunnudegi í advent til fyrsta sunnudag í advent árið eftir. Presturin skrivar og lesur tekstin sjálvur.Sendingin byrjar við, at lisið verður prædikutekstin til teir ávísu sunnudagarnar. Síðan verður teksturin ofta tulkaður og viðgjørdur. Sendingin endar við sangi ella sálmi, sum skrivarin velur.Anne Mette Greve Klemensen, prestur, skrivar hetta kirkjuárið - frá fyrsta sunnudegi í advent 201 ...
 
Kringvarp Føroya hevur lagt seg eftir at veita eina góða tænastu teirra, ið hava áhuga fyri kappróðri. Vit senda kappróðurin beinleiðis bæði her á heimasíðuni og í útvarpinum. Á hvørjari FM stevnu ber til at fylgja beinleiðis við róðrunum hjá teimum vaksnu, umframt at til ber at síggja allar róðrarnar og samrøður við einstøku vinnararnar eftir róðrarnar.
 
SavnssendingFrætt og fregnað er ein sending um fólkalív og mentan í breiðastu merking, har føroyingurin kennir sín gerandisdag aftur. Konseptið byggir á, at eitt pláss í landinum er karmur um sendingina.Harafturat eru støk evni aðrastaðni kring landið, og eitt innslag er um skapandi ítriv. Dentur verður lagdur á at finna sjáldsom og forvitnislig evni, ið hava stóran týdning á staðnum, men sum vanliga ikki koma fram í miðlunum.Evnini eru fagurfrøðilig, søgulig ella siðsøgulig, og pláss er fyr ...
 
Sendingin er ikki á skránni í útvarpinum í løtuni. Væntandi byrjar sendingin aftur fyrst í 2015. Kringlan er barnaútvarp, ið snýr seg um núlig evni ella fer í dýpdina við einum ávísum evni. Tá Barnaútvarpið hevur temaviku, verður vikan ofta longd við Kringluni. Ein partur av Kringluni er Kringlusvararin, har børn kunnu ringja inn og ynskja sær eitt lag. Ynsk tær eitt lag Telefonnummarið hjá Kringlusvararanum er 342089, og tað eru bara børn, ið sleppa framat. SøganKringlan hevur verið til síð ...
 
Savnssending Í Speki eru sjónvarpsfyrilestrar til teirra, sum vilja vita meira. Fyrilestrahaldararnir koma frá ymsum stovnum, ið hava við gransking at gera. Speki er eitt úrslit av samstarvi millum Kringvarp Føroya og Fróðskaparsetur Føroya. Hugskotið aftanfyri Speki er at bjóða dygdargóða fólkaupplýsing um ymisk viðurskifti. Talan er um klassiskar fyrilestrar. Karmurin er minimalistiskur. Talaða orðið er í miðdeplinum. Fyrilestrarøðin kom fyrstu ferð á skránna í 2007, og er - eftir ein steð ...
 
Savnssending Fríggjakvøld er ein longri tíðindasending við aktuellum innsløgum, reportasjum, samrøðum og kjaki. Slag av sending: Tíðindi og kjak Málbólkur: Allir føroyingar Sendilongd: uml. 40 minuttir Vertir: Finnur Koba og Eydna Skaale Redaktørur: Sigrun Brend, sigrun@kvf.fo
 
Summarmorgun bjóðar beinleiðis frásagnir kring landið, aktuellar gestir, kappingar og eisini er møguleiki hjá lurtarum hvønn morgun at gera kropsligar venjingar í táttinum Summarvælvera. Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:50.
 
Savnssending Í sendingini hitta Høgni Mohr og Rógvi Rasmussen nøkur menniskju, ið lýsa seg sjálv og viðgera tilveruligar spurningar. Summarsál er sending, sum var skránni seks fríggjakvøld á rað frá 5. juli til 9. august í 2013.
 
Savnssending Hvat er eitt lukkuligt lív? Hvaðani stavar átrúnaður? Er Gud til? Hvør er munurin á monnum og kvinnum? Hvat er deyðin? Hetta eru nakrir av spurningunum, sum nýggja útvarpssendingin "Nørdarnir" í summarskránni hjá Kringvarpi Føroya viðger. Sendingin er mannað við fýra fakfólkum, sum viðgera nakrar av lívsins stóru spurningum frá ymsum fakligum sjónarhornum. Tey fýra, sum manna panelið, eru Súsanna Skaale, sálarfrøðingur, Magnus Gaard, lívfrøðingur, Jógvan D. Hansen, heimspekingur ...
 
Surk er ein sending, ið verður send seinnapartar leygardagar í vetur, frá klokkan 12:40 til 15:00 í útvarpinum. Talan er um beinleiðis leygardagsútvarp, har ringt verður í eyst og vest, suður og norð. Ein sending har pulsurin verður tikin av føroyska leygardegnum. Surk merkir fínligt regn, sirm, stroyggja, slaga. Tað surkar eitt sindur úti - tað regnar eitt sindur úti. Vertir eru Kári Sólstein og Øssur Egholm.
 
Savnssending Moldvarp Føroya - ein føroysk satira í seks pørtum. Moldvørpan er kanska blind, men hon er ikki býtt. Treiskliga gravar hon seg gjøgnum ta myrku føroysku moldina, fyri at finna nøkur av teimum evnunum sum vit alt ov sjáldan síggja á skíggja. Moldvørpan er eisini ein njósnari sum sníkir seg inn á stovnar og felagskapir, fyri at avdúka hvat veruliga gongur fyri seg handan stongdar dyr. Moldvarpa er eisini ein lítil túgva av skarni, sum reyðmaðkurin leggur upp á jørðina um várið - ...
 
Savnssending Sunnudagsløtan er serliga upplestur av framhaldssøgum til børn. Søgurnar eru fjølbroyttar – nýggjar, gamlar, siðsøguligar, veruligar ella fantasisøgur. Tá upplestur ikki er á skránni í Sunnudagsløtuni, er tað átrúnaðarligt tilfar til børn. Vertirnir hava til dømis vitjað í einum sunnudagsskúla og greitt frá bíbliusøgu.
 
Chorus er ein sending við góðum og fjølbroyttum kórsangi.Vit hoyra dygdarkór framføra føroyskar og útlendskar sangir og verk.Vertir: Gunnvør Poulsen, Urd Johannesen og Bjarni Restorff - øll kend í føroyska kórumhvørvinum. Sendingin verður borin av tí áhuga og vitan, sum verturin hevur fyri evninum.
 
SavnssendingHvørt menniskja sær er einstakt og hvør einasta tilvera er einstøk. Í sendingini Tilveru siga ymiskir gestir frá síni søgu. Hvussu hava vit tað, hvat hugsa vit um og hvat havast vit at? Tey viðurskifti, sum øll menniskju hava til felags, og sum gera lívið so fjøltáttað.
 
Savnssending Skannarin er ein útvarps-dokumentarsending, ið fer afturum aktuell evnir. Sendingin tekur útgangsstøði í persónligum søgum og setir tær inn í eitt breiðari samfelagsligt høpi. SøgaSkannarin varð fyrstu ferð sendur í mars 2009. Síðani á heysti 2010 hevur sendingin verið á skránni hvønn sunnudag seinnapart. FramleiðslaSkannarin er ein samansett sending, ið lýsir eitt evni við persónligum søgum, reportasjum og ljóðmyndum.
 
Veturin 2014/2015 sendir útvarpið Brunsj mána-, miku- og fríggjamorgnar klokkan 10. Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til lætt og undirhaldani útvarp. Ein blandingur av samrøðum, ummælum, tónleiki, kendum gestum og mongum øðrum. Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
 
Stundum kann lívið hjá okkum menniskjum knappliga broytast, og einki er soleiðis, sum tað var áður. Persónar rundan um okkum hava sína ávirkan, álvarsamar hendingar seta spor, og kósin jann verða broytt av tilvild ella teimum ymsu valunum, vit gera. Alt hetta eru viðurskifti, ið kunnu verða altavgerandi fyri, hvussu lívið háttar seg. Í sendingini hoyra vit fólk greiða frá, hvussu ávisar hendingar hava broytt teirra lív fullkomuliga.
 
Savnssending Útisetin er ein sending, har vit hoyra føroyingar greiða frá, um hvussu tað er at liva í øðrum londum. Teir útisetarnir, sum vit práta við, hava allir tað til felags, at teir lesa - ella hava lisið - uttanlands. Slag av sending: Upplysing og undirhald Málbólkur: 18+ Sendilongd: Millum 20 og 35 minuttir Vertur og redaktørur: Levi Hanssen
 
Savnssending Í Pressuni seta vit forvitna kikaran á tey, sum vanliga halda vakið eyga við øllum hinum. Við beinleiðis kjaki, kritiskum samrøðum, greiningum og aktuellum reportagum viðgera vit føroysku pressuna og tríva í pressuetiskar spurningar. Hevur tú onkran spurning ella evni, tú kundi hugsað tær, at Pressan tók upp, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost.
 
Savnssending Dilemma er ein sending, har etisk evni verða tikin upp. Tríggir gestir, ið á ein ella annan hátt eru kendir úr almenna rúminum, tosa um sínar áskoðanir á evni sum eitt nú deyðan, rúsdrekkatrupulleikar, aktiva deyðshjálp og fosturdiagnostikk. Slag av sending: Kjak Málbólkur: Vaksin, við áhuga fyri etiskum evnum Sendilongd: 25 min. Vertur: Solby Christiansdóttir Redaktørur: Solby Christiansdóttir, solby@kvf.fo
 
Savnssending Sending við gestum, ið viðgera evni, sum eru uppi í tíðini (aktuell). Tvey til trý evni vera í hvørjari sending. Ætlanin er at hava tveir ella tríggjar gestir til hvørt evni, soleiðis at hvørt einstakt evni verður viðgjørt úr fleiri sjónarhornum. Slag av sending: Tíðindi og aktuelt Málbólkur: Øll við áhuga fyri samfelagsviðurskiftum Sendilongd: 50 minuttir Vertur: Grækaris Djurhuus Magnussen Redaktørar: Liljan Weihe, liljan@kvf.fo, og Grækaris Djurhuus Magnussen, grakaris@kvf.fo
 
Savnsending Bismarin er ein nýggj dokumentar sending við kjaki aftaná. Sjálv dokumentarsendingin byrjar mánadagar klokkan 17:05 og klokkan 17:30 er kjak í útvarpsstovuni um sama evni. Nú fáa lurtarar aftur høvi at siga sína meining í eini útvarpssending. Slag av sending: Útvarps-dokumentarsending um aktuell evni við lurtarakjaki aftaná Málbólkur: Vaksin Sendilongd: 55 minuttir Journalistar: Elin Winther Poulsen og Jóhann Mortensen Redaktørar: Elin Winther Poulsen, elin@kvf.fo, og Jóhann Mort ...
 
Savnssending Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss og evni verða útbreidd. Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.
 
Savnssending Í sendingini "Túnatos" ferðast Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen í bygd og í bý og práta við fólk um tað, sum hendir í gerandisdegnum. Slag av sending: Magasin-sending við ymsum innsløgum frá einum staði Málbólkur: Tilkomin fólk við áhuga fyri tí, ið rørist í ymsu, smáu lokalsamfeløgunum í Føroyum Sendilongd: 25-30 minuttir Lagt til rættis: Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen Redaktørur: Elis Poulsen, elis@kvf.fo
 
Savnssending Tempo er ein lívsstílssending. Afturat tónleik í høgum og lágum tempo inniheldur sendingin samrøður og frásøgur frá gestum, sum eisini velja tónleikin. Eisini inniheldur sendingin - tá høvi býðst - livandi tónleik. Verturin heitir eisini á lurtarar um at koma við hugskotum til sendingina, serliga um onkur lurtari hevur eitt hugskot til ein gest, sum kundi vitjað sendingina. Skriva navn, telefonnummar og hví viðkomandi átti at verið gestur í sendingini.
 
Loading …
show series
 
Talan er um olympiskan ítrótt, har lyft verður í greinunum 'snatch' (trekk) og 'clean and jerk' (vend og stoyt). Kvinnur og menn luttaka.Tað verður kappast eftir IWF mannagongdum/reglum.Í hesari kapping verður sokallaði Sinclair 1-2-3 mátistokkurin nýttur fyri ávikavist kvinnur og menn. Tey, sum lyfta mest í mun til kropsvektina, standa seg best. E…
 
Hvørt ár verður skipað fyri altjóða kvinnubønardegi um allan heim, eisini her í Føroyum. Dagurin verður hildin í umleið 170 londum, har fólk luttaka aktivt í øllum hesum londum, og bønarfaldarin verður týddur til meira enn 1.000 mál.Bønardagurin byrjar, tá sólin rísur í Vestursamoa í Kyrrahavinum, og heldur so fram, heilt til sólin setur í Amerikan…
 
Bergur Danielsen, nevndarformaður hjá náttarravnunum í Havn, ásannar, at tey eru vorðin ov fá.Tá náttarravnarnir fara í býin, ganga tey altíð trý saman og helst bæði kyn.Støðan í dag er tó tann, at tað næstan bara eru kvinnur, ið eru í felagnum.Formaðurin vónar, at tað fer at eydnast felagnum at fáa fleiri limir.Tey flestu, sum eru við í dag, hava …
 
Kristoffur greiðir eisini frá, hvussu studii varð tegna og bygt frá grundini í 2004, og um ta ferðina, tá Bryan Adans kom á gátt.Sangir í sendingini:Jón Mørkøre - Time AloneTamara - Do BetterSignar - Sorgblídni 2012Chikane feat. Bryan Adams - Don't Give UpRuss Taff - Mend This Broken HeartDanny & The Veetos - Sunnukvøld í maiFlamma - City LightsEyð…
 
Oddvør hevur valt at hoyra: Tróndarkvæði, Klaksvíkar Dansifelag, Jógvan Pætur Gilstein skipar. Lorvíkspáll, Eysturoyar Dansifelag, Tórgerð Rasmussen skipar. Arngrímssynir, Stígum Fast, Jens Ludvig Johannesen skipar. Harra Svein, Stígum Fast og Leikum Fagurt, Jóannes Johannesen skipar. Aligastrímu (B), Leikum Fagurt og Stígum Fast, Símun Erik Johann…
 
Orkudrykkirnir á handilshillunum taka seg væl út í alskyns skyggjandi litum, men teir eru eftir øllum at døma ikki so vandaleysir, sum teir síggja út til. Í fleiri ár hava læknar og kostfrøðingar ávara móti orkudrykkum og serliga sølu av orkudrykkum til børn og ung. Sølan av orkudrykkum hevur verið alsamt hækkandi seinastu árini og metingar siga, a…
 
Tá søkir á kvotu 2 eru tað aðrir førleikar enn sjálvur karakterirnir, sum verða tiknir við.Tær royndirnar, ið tú brúkar í umsóknini, skulu tó vera viðkomandi fyri útbúgvingina, leggur Hoger Arnbjerg dent á.Meira kunning fæst í dag, mikudagin, frá klokkan 16 til 17, tí tá verður kunnandi tiltak á Vegleiðingarstovuni í Havn.Kunningin verður eisini st…
 
Loading …
Google login Twitter login Classic login