Dokumentarer public
[search 0]
More

Download the App!

show episodes
 
Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra. Her verða gjørdar bæði featuresendingar við menniskjaligu frásøgnini í sentrum, magasinsendingar og gravandi sendingar við fokus á óreglusemi í samfelagnum. Innihaldsliga fevna sendingarnar um alt frá søgu, siðsøgu og lívsstíli til sosialrealismu og portrett.
 
Savnsending Bismarin er ein nýggj dokumentar sending við kjaki aftaná. Sjálv dokumentarsendingin byrjar mánadagar klokkan 17:05 og klokkan 17:30 er kjak í útvarpsstovuni um sama evni. Nú fáa lurtarar aftur høvi at siga sína meining í eini útvarpssending. Slag av sending: Útvarps-dokumentarsending um aktuell evni við lurtarakjaki aftaná Málbólkur: Vaksin Sendilongd: 55 minuttir Journalistar: Elin Winther Poulsen og Jóhann Mortensen Redaktørar: Elin Winther Poulsen, elin@kvf.fo, og Jóhann Mort ...
 
Loading …
show series
 
Lorden har tatt på seg podcast-tøflene og dratt med seg Hilberg Ove Johansen og Henning Kjensli inn i studio for å snakke om amerikansk bil. Disse to har lenge brent for bil, og da spesielt biler fra over dammen. Bli med på en koselig og uhøytidelig prat da Lorden og gjengen kårer topp 10 biler fra USA!…
 
Hva er det med noen bilmodeller som gjør at de får en helt spesiell tilhengerskare? Finnes det en logisk forklaring bak interessen for disse bilene? Hva er det som appellerer ved dem? Citroën SM er en slik bil, og vi skal prøve å finne ut hvorfor. I denne episoden har Lorden fått med seg SM-fantast, Hilberg Ove Johansen fra AMCAR, for å belyse myst…
 
I dagens episode av Lordens Garasje tar vi en nærmere titt på tidenes mest luksuriøse biler fra etterkrigstiden. En luksusbil skal være mektig, stilig, heftig, lekker, og gjerne litt pompøs og vulgær. Utstyrslisten skal være langt som et vondt år. Produksjonstallet skal helst være lavt, og om bilen ble eid av statsoverhoder er det bare et pluss.…
 
Italienske sportsbiler er det mange autofile som brenner for. I denne episoden av Lordens Garasje har vi fått med oss en stor tilhenger av støvellandets bilindustri, nemlig AMCARs egen Bjarne Reistad. Lorden og Bjarne har satt opp hver sin liste over de 5 feteste, råeste og peneste Italienske bilene som noen sinne er laget, ifølge dem selv.…
 
Denne gangen tar Lorden med Jonas Bäcklund inn i studio for å snakke om hvilke forventninger de har til den kommende F1-sesongen. Lorden har fulgt sporten tett siden 70-tallet, og sammen med Jonas Bäcklund blir aktuelle temaer tatt opp i lyset. Hvem vinner neste sesong? Hvem utfordrer? Hvilke dueller må man følge med på, og hvem var de beste førern…
 
Nordafarstøðin, betur kend sum Føroyingahavnin, var einaferð størsta fiskivinnu- og útgerðarhavn í øllum Grønlandi. Tað er ikki ov nógv sagt, at flakavirkið í Føroyingahavnini fekk stóran týdning fyri flakavinnuna í Føroyum.Nógvir menn, sum høvdu havt álitisstørv haryviri, gjørdust seinni undangongumenn ella formenn á nøkrum av teimum flakavirkjunu…
 
Hetta er triði og seinasti partur í røðini um føroyskar úrmælingar á altjóða gastronomiska pallinum. Hesaferð verður vitjað hjá Sólfinni Danielsen í Keypmannahavn, sum er eitt av undangongufólkunum á náttúruvínspallinum.Sólfinn ferðast kring knøttin og hevur smakkingar og fyrilestrar, hann hevur skrivað bók um náttúruvín og so eigur og rekur hann b…
 
Hetta er triði og seinasti partur í røðini um føroyskar úrmælingar á altjóða gastronomiska pallinum. Hesaferð verður vitjað hjá Sólfinni Danielsen í Keypmannahavn, sum er eitt av undangongufólkunum á náttúruvínspallinum.Sólfinn ferðast kring knøttin og hevur smakkingar og fyrilestrar, hann hevur skrivað bók um náttúruvín og so eigur og rekur hann b…
 
Hetta er annar partur í eini sendirøð í trimum, sum snýr seg um føroyskar úrmælingar á altjóða gastronomiska pallinum. Hesaferð verður vitjað á matstovuni KOKS, har Poul Andrias Ziska er høvuðskokkur.Hann telist millum yngstu kokkarnar nakrantíð, sum hevur fingið tvær michelin-stjørnur. Lagt til rættis: Rólant Waag Dam.…
 
I denne episoden av Lordens Garasje får du høre om tidenes mektigste bil: Bugatti Royale. Mercedes-Benz påstår at deres "sølvpiler" kom til ved å skrelle av hvitmalingen av deres GP-biler. Er dette virkelig sant? I tillegg får du historien bak den største V8 bensinmotor verden noen gang har sett, med tilhørende lydklipp(!).…
 
Í summar hevði filmsummarskúlin Nóllywood 10 ár á baki, hvørt summar síðani 2010 hevur filmskúlin Nóllywood verið hildin. Nóllywood er ein filmskúli fyri ung í aldrinum 14 - 18 ár, sum í gjøgnum 10 dagar framleiða smáar filmsverkætlanir.Í seinnu sending fara vit at líta aftur á summarið 2019, tá Nóllywood varð hildið fyri 10. ferð. Vit fara at hygg…
 
I denne episoden av Lordens Garasje forteller Lorden hva han synes om storfilmen som kom i høst, Ford v Ferrari. Er det et mesterverk, eller er den litt oppskrytt? Uansett hva du synes så får du også servert en rekke dokumentarer som alle slår rot i racing-verdenen. Finn frem notatblokken og streamingabonnementet ditt, for her får du tips til times…
 
Løgtingsvalið 2019 var sermerkt, tí politiski vígvøllurin var sjáldsama væl uppmerktur. Veljararnir skuldu velja millum borgarligu andstøðuna ella sosialliberalu samgonguna.Valstríðið snúði seg fyrst og fremst um grundleggjandi ósemjuna um, hvussu samfelagið skal fíggjast og virðini hjá landinum býtast. Men serliga tvídrátturin um, hvussu stóru vir…
 
Løgtingsvalið 2019 var sermerkt, tí politiski vígvøllurin var sjáldsama væl uppmerktur. Veljararnir skuldu velja millum borgarligu andstøðuna ella sosialliberalu samgonguna.Valstríðið snúði seg fyrst og fremst um grundleggjandi ósemjuna um, hvussu samfelagið skal fíggjast og virðini hjá landinum býtast. Men serliga tvídrátturin um, hvussu stóru vir…
 
Evnini í sendingini snúgva seg um, at jól eru í hondum. Vit eru gongutúr saman við 75 ára gomlum manni í Havn, ið brádliga gjørdist heimleysur. Herbergið varð bjargingin.Í Stóru Dímun er nógv at fáa til høldar fyri jól. Vit vitja oynna, meðan seinastu krovini fara av oynni og seinasta grønmetið verður tikið upp og hagreitt.Franciskanarsystrarnar ko…
 
Í ár eru 40 ár liðin, síðan skógarfrøðingurin, Søren Ødum, og tann 22 ára gamli, Tróndur Leivsson, fóru til Kili og Argentina eftir 6.500 eldlandstrøum og -runnum at seta niður í Føroyum.Nordisk Arboretudvalg skipaði fyri ferðini, og samstarvið við norðurlendska felagsskapin hevði stutt frammanundan havt við sær, at gróðurstøð kom í Miðhoydølum.Sen…
 
Í tí talgilda meldrinum, sum menniskjan hevur skapt, er ongin hvíld. Fartelefonir, teldlar og teldur hava kollvelt okkara tilveru og broytt okkara samveru.Uppaling, skúlaskapur og arbeiðslív eru ikki, sum tey vóru, og mong vita ikki, um tey skulu hálova gongdini ella óttast hana. Í sendingini verður ljós varpað á talgildu tøknina sum vin og fíggind…
 
Da er det klart at Lewis Hamilton har sikret sin 6. VM-tittel i Formel 1. Mange undres nå på om det er innafor å kalle briten for tidenes beste sjåfør. Lorden har derfor sett nærmere på 34-åringens bragder innen "the pinnacle of motorsport". I tillegg fortsetter feiringen av 50-årsjubilanten Porsche 917. Du får høre enda mer om en av tidenes tøffes…
 
"Sorgblíðu countrysangirnir um einsemi og longsul munnu hava borið við eina viðkvæma lind í føroysku fólkasálini longu frá fyrstan tíð, at sangirnir hava verið at hoyrt úti í Norðuratlantshavi. At vit flóna um hjartað av hesum tónleiki er ikki bara tí, at tað er ein søga um eina fremmanda tónleikamentan, sum føroyingar hava funnið aftur og sjálvir …
 
Tóri fekk eina harða byrjan uppá lívið og hevði sálarligar trupulleikar longu sum barn. Hann kom tíðliga út í misbrúk og kriminalitet og misti tamarhaldið á lívinum.Tóri fekk ongantíð ta hjálp, ið hann hevði brúk fyri. Sum 22 ára gamal tók hann lívið av sær í einum donskum fongsulskliva.Lagt til rættis: Dagmar Joensen-Næs. Filmað og klipt: Jónfinn …
 
Seinni partur um stórfingnu flaggsiglingina í Danmark í summar fer fram í Helsingør og í Keypmannahavn, har nógv varð gjørt burtur úr Merkinum sunnudagin 2. juni. Tá vóru júst hundrað ár síðani Merkið fyrstu ferð varð víst fram alment á Regensen.Í tveimum sjónvarpssendingum uppliva vit Flaggsigling 2019, har sjey føroysk træskip vóru við. Tórður Mi…
 
2. juni í ár vóru 100 ár síðani Merkið fyrstu ferð varð borið fram alment, og tað var millum ungar føroyingar í Danmark.Skipini vóru tey fyrstu at taka Merkið til sín og slóða fyri, og tí vóru sjey gomul træskip við manning í Danmark í summar og vitjaðu í fleiri donskum býum.Tórður Mikkelsen og fotografurin Jakob Jørgensen vóru við fyri Kringvarpið…
 
"Í Gøtu ein dag" (2000-2003).Ein seinromantisk tjóðskapar- og mentanarveking breiðir seg um Føroyar um aldamótið 2000. Fullveldissamgongan setur politisku dagsskránna. Í kjalarvørrinum á hesum rembingum birtist eitt nýtt tónleikarák í Føroyum.Ansurin fyri fornu kvæða- og sangmentanini vaknar millum ungfólk. Bólkurin Týr slóðar fyri við sínum kvæðar…
 
Mikines flutti aftur til Føroyar eftir seinna heimsbardaga. Ákærurnar um tilknýtið til danska nasistaflokkin tóku honum fast, og hann kom í eina djúpa kreppu. Tað var ikki fyrr enn hann flutti aftur til Keypmannahavnar tíðliga í 1950´unum, at hann fann stevið aftur.Hann giftist fyri aðru ferð, og donsku ummælarnir hildu hesi árini, at ongin kundi k…
 
Nýggjar avbjóðingar (1995-1999) Rútmiski tónleikurin í Føroyum er miðskeiðis í 90-árunum fyri eini kollveltandi vend. Tá ganga Norðurlandahúsið, Føroya Undirhaldstónleikafelag, Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya saman um tónleikakappingina Prix-Føroyar.Tiltakið, sum er annaðhvørt ár, fer av bakkastokki í 1995. Ansurin fyri hesum átaki er ovurstórur f…
 
Tungljómur í kreppuárum. Myrk skýggj hómast í havsbrúnni í skiftinum til 90-árini. Vit fara frá teimum ljósu og kátu 80-árunum inn í tey myrku og døpru 90-ini.Samfelagskreppan, sum hevur verið í umbúna øll 80-ini, gerst veruleiki. Í 1992 kemur hol á svullin. Bankakreppan tekur tekur stóran part av vinnulívinum við sær í fallinum.Nógv missa hús og a…
 
"Tað gongur ófatiliga væl!" Búskapurin er heitur, pulsurin er títtur og fepurin høgur. Soleiðis er í Føroyum síðst í 80-unum og fyrst í 90-unum. Øll ríða á einum aldukambi, men undir lokinum prutlar, eisini úti í heimi. Eitt politiskt siðaskifti er í umbúna í Evropa, og í Føroyum síggjast tekin til samfelagsligt hóttafall.…
 
Meðallivialdurin í Føroyum hækkar støðugt, og kvinnur kunnu nú vænta at gerast 84 ár og menn 80 ár. Men hví liva menn styttri enn kvinnur? Tí teir roykja meira, drekka meira, eru ofta einsamari, fara seinni til lækna og hava vandamiklari arbeiðir.Í sendingini verður varpað ljós á tann váðafúsa liviháttin hjá serliga monnum. Í dag standast 70 prosen…
 
- "Hóast rákið er til høgru... !" Føroyar eru miðskeiðis í 80-árunum ein sjóðpottur av yðjandi lívi. Samfelagsbúskaparliga spruttkókar, og um alt landið flýtur yvir í vælferð. Hetta eru eisini spennandi ár í føroyskum tónleikalívi.Vit fáa Jazz-, fólka-, og blues festivalin, Ólavsøkukonsertina og fyrsta sangleikin. Kalda kríggið tekur at halla, men …
 
Rætturin til egið flagg hjá Føroyum er ikki komin av sær sjálvum. Tað vóru føroyskir studentar í Keypmannahavn, við Jens Olivur Lisberg á odda, ið tóku stig til flaggið.Føroyingar fingu beinanvegin tokka til studentaflaggið, og brátt varð veittrað við tí á fólkafundum í Føroyum. Men tað er ikki fyrr enn skipini fara at sigla við tí, at stríð tekur …
 
Uppgongutíðir eru í Føroyum hesi árini, og tað merkist allastaðni. Gongd er nú eisini komin á plátu- og bandútgávurnar. Árini 1984/85 koma um hálvthundrað plátur og bond út í Føroyum. Útgávan "Vónir" frá 1983, sum ungi runavíkingurin Óli Poulsen er upphavsmaður til, verður mett sum eitt slóðbrótandi verk.Fleiri nýggj nøvn koma á fyrsta sinni undan …
 
Sætta sendingin í nýggju røðini fevnir um árini 1980-1983. Føroyskur tónleikur mennist í stórum í 80-árunum. Alt fleiri bólkar og einstaklingar stíga nú fram við egnum tilfari. Útgávurnar fleirfaldast.Hetta er eisini tíðin, tá tónleikur fæst á kassettubandi, singleplátu, LP-plátu og fløguni, sum kemur síðst í 80-unum. Føroyski tónleikurin, sum kemu…
 
Í 70-árunum mennist rútmiski tónleikurin í Føroyum í stórum. Klaksvíksbólkar seta dagskránna innan poppin. Straight Ahead við tí gávaða Jørgin Dahl á odda framføra egið tilfar, sum líkist nógv tí, sum er at hoyra á altjóða pallinum, men kortini hevur sítt egna skap við góðum, sangbærum løgum og partvíst føroyskum tekstum. Hjarnar er annar undangong…
 
Seinast í 60-árunum hendir aftur eitt stílskifti. Fólkatónleikurin otar seg fram. Í Føroyum gongur bólkurin Rabbits nýggjar leiðir við fleirraddaðum sangi og akustiskum spæli. Annað rák er, at bólkar og einstaklingar vilja nú í størri mun skapa sítt egna. Debess & Petersen lata fyrst í 70-árunum frá sær tvær EP-plátur við tekstum og løgum, sum teir…
 
Loading …

Quick Reference Guide

Copyright 2020 | Sitemap | Privacy Policy | Terms of Service
Google login Twitter login Classic login