×
faroe islands public
[search 0]
×
Best faroe islands podcasts we could find (updated February 2020)
Best faroe islands podcasts we could find
Updated February 2020
Join millions of Player FM users today to get news and insights whenever you like, even when you're offline. Podcast smarter with the free podcast app that refuses to compromise. Let's play!
Join the world's best podcast app to manage your favorite shows online and play them offline on our Android and iOS apps. It's free and easy!
More
show episodes
 
Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra.Her verða gjørdar bæði featuresendingar við menniskjaligu frásøgnini í sentrum, magasinsendingar og gravandi sendingar við fokus á óreglusemi í samfelagnum.Innihaldsliga fevna sendingarnar um alt frá søgu, siðsøgu og lívsstíli til sosialrealismu og portrett.
 
Morgunlesturin er eins gamal og sjálvt Kringvarpið. Prestarnir í fólkakirkjuni skiftast at skriva hvørja viku, og ymisk fólk kring landið lesa lestrarnar.Sendingin byrjar við einum sálmi, síðan kemur bøn, skriftorð og so nakrar linjur um tekstin - ofta sett í eitt nútíðarhøpi - og endar við Faðir vár og einum sálmi.
 
Gerandisdagar: Mánadag – fríggjadag, 10 sendingar frá klokkan 7:00 – 18:00Vikuskifti: Leygardag og sunnudag, tríggjar sendingar frá klokkan 10:00 – 18:00Tíðindasendingin í útvarpinum varpar ljós á samfelagið, og tíðindaflutningurin greinar og perspektiverar núlig evni í einum samansettum heimi.Tíðindaflutningurin hjá Kringvarpi Føroya er óheftur av politiskum, handilssligum, átrúnaðarligum og øðrum seráhugamálum.
 
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
 
Í Kvørnini verða tónleikaútgávur umrøddar. Serliga eru tað nýggjar føroyskar útgávur, men stundum sleppur útlendskur tónleikur framat. Sendingin er skipað sum pallborðsorðaskifti.Við grøna borðið í útvarpsstovuni eru vanliga vertur og trý tónleikaáhugað. Nakað av útskifting er við borðið. Tað eru umleið seks fólk í alt, sum skiftast um at taka lut.Fyritreyt fyri at sita við pallborðið í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.
 
Ymiskir prestar skriva Hetta heilaga Evangeliið. Nýggjur skrivari tekur við hvørt kirkjuár; frá fyrsta sunnudegi í advent til fyrsta sunnudag í advent árið eftir. Presturin skrivar og lesur tekstin sjálvur.Sendingin byrjar við, at lisið verður prædikutekstin til teir ávísu sunnudagarnar. Síðan verður teksturin ofta tulkaður og viðgjørdur. Sendingin endar við sangi ella sálmi, sum skrivarin velur.Anne Mette Greve Klemensen, prestur, skrivar hetta kirkjuárið - frá fyrsta sunnudegi í advent 201 ...
 
Umframt at veita føroyingum tey nýggjastu tíðindini, fer sendingin eisini í dýpdina við tí núliga. Hetta verður gjørt við temasendingum, har eitt evni verður viðgjørt frá ymiskum vinklum.Meginparturin av tíðindunum eru føroysk, men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Harafturat er Kringvarp Føroya í tøttum samstarvi við hinar norðurlendsku public service rásirnar, og kann tí veita tað nýggjasta úr øllum Norðanlondum.Stjórnin handan Dag og viku leg ...
 
SavnssendingFrætt og fregnað er ein sending um fólkalív og mentan í breiðastu merking, har føroyingurin kennir sín gerandisdag aftur. Konseptið byggir á, at eitt pláss í landinum er karmur um sendingina.Harafturat eru støk evni aðrastaðni kring landið, og eitt innslag er um skapandi ítriv. Dentur verður lagdur á at finna sjáldsom og forvitnislig evni, ið hava stóran týdning á staðnum, men sum vanliga ikki koma fram í miðlunum.Evnini eru fagurfrøðilig, søgulig ella siðsøgulig, og pláss er fyr ...
 
Savnssending Fríggjakvøld er ein longri tíðindasending við aktuellum innsløgum, reportasjum, samrøðum og kjaki. Slag av sending: Tíðindi og kjak Málbólkur: Allir føroyingar Sendilongd: uml. 40 minuttir Vertir: Finnur Koba og Eydna Skaale Redaktørur: Sigrun Brend, sigrun@kvf.fo
 
Summarmorgun bjóðar beinleiðis frásagnir kring landið, aktuellar gestir, kappingar og eisini er møguleiki hjá lurtarum hvønn morgun at gera kropsligar venjingar í táttinum Summarvælvera. Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:50.
 
Savnssending Í sendingini hitta Høgni Mohr og Rógvi Rasmussen nøkur menniskju, ið lýsa seg sjálv og viðgera tilveruligar spurningar. Summarsál er sending, sum var skránni seks fríggjakvøld á rað frá 5. juli til 9. august í 2013.
 
Savnssending Sunnudagsløtan er serliga upplestur av framhaldssøgum til børn. Søgurnar eru fjølbroyttar – nýggjar, gamlar, siðsøguligar, veruligar ella fantasisøgur. Tá upplestur ikki er á skránni í Sunnudagsløtuni, er tað átrúnaðarligt tilfar til børn. Vertirnir hava til dømis vitjað í einum sunnudagsskúla og greitt frá bíbliusøgu.
 
Chorus er ein sending við góðum og fjølbroyttum kórsangi.Vit hoyra dygdarkór framføra føroyskar og útlendskar sangir og verk.Vertir: Gunnvør Poulsen, Urd Johannesen og Bjarni Restorff - øll kend í føroyska kórumhvørvinum. Sendingin verður borin av tí áhuga og vitan, sum verturin hevur fyri evninum.
 
SavnssendingHvørt menniskja sær er einstakt og hvør einasta tilvera er einstøk. Í sendingini Tilveru siga ymiskir gestir frá síni søgu. Hvussu hava vit tað, hvat hugsa vit um og hvat havast vit at? Tey viðurskifti, sum øll menniskju hava til felags, og sum gera lívið so fjøltáttað.
 
Kringvarp Føroya hevur lagt seg eftir at veita eina góða tænastu teirra, ið hava áhuga fyri kappróðri. Vit senda kappróðurin beinleiðis bæði her á heimasíðuni og í útvarpinum. Á hvørjari FM stevnu ber til at fylgja beinleiðis við róðrunum hjá teimum vaksnu, umframt at til ber at síggja allar róðrarnar og samrøður við einstøku vinnararnar eftir róðrarnar.
 
Savnssending Skannarin er ein útvarps-dokumentarsending, ið fer afturum aktuell evnir. Sendingin tekur útgangsstøði í persónligum søgum og setir tær inn í eitt breiðari samfelagsligt høpi. SøgaSkannarin varð fyrstu ferð sendur í mars 2009. Síðani á heysti 2010 hevur sendingin verið á skránni hvønn sunnudag seinnapart. FramleiðslaSkannarin er ein samansett sending, ið lýsir eitt evni við persónligum søgum, reportasjum og ljóðmyndum.
 
Veturin 2014/2015 sendir útvarpið Brunsj mána-, miku- og fríggjamorgnar klokkan 10. Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til lætt og undirhaldani útvarp. Ein blandingur av samrøðum, ummælum, tónleiki, kendum gestum og mongum øðrum. Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
 
Stundum kann lívið hjá okkum menniskjum knappliga broytast, og einki er soleiðis, sum tað var áður. Persónar rundan um okkum hava sína ávirkan, álvarsamar hendingar seta spor, og kósin jann verða broytt av tilvild ella teimum ymsu valunum, vit gera. Alt hetta eru viðurskifti, ið kunnu verða altavgerandi fyri, hvussu lívið háttar seg. Í sendingini hoyra vit fólk greiða frá, hvussu ávisar hendingar hava broytt teirra lív fullkomuliga.
 
Savnssending Útisetin er ein sending, har vit hoyra føroyingar greiða frá, um hvussu tað er at liva í øðrum londum. Teir útisetarnir, sum vit práta við, hava allir tað til felags, at teir lesa - ella hava lisið - uttanlands. Slag av sending: Upplysing og undirhald Málbólkur: 18+ Sendilongd: Millum 20 og 35 minuttir Vertur og redaktørur: Levi Hanssen
 
Savnssending Í Pressuni seta vit forvitna kikaran á tey, sum vanliga halda vakið eyga við øllum hinum. Við beinleiðis kjaki, kritiskum samrøðum, greiningum og aktuellum reportagum viðgera vit føroysku pressuna og tríva í pressuetiskar spurningar. Hevur tú onkran spurning ella evni, tú kundi hugsað tær, at Pressan tók upp, ert tú vælkomin at senda okkum ein teldupost.
 
Savnssending Dilemma er ein sending, har etisk evni verða tikin upp. Tríggir gestir, ið á ein ella annan hátt eru kendir úr almenna rúminum, tosa um sínar áskoðanir á evni sum eitt nú deyðan, rúsdrekkatrupulleikar, aktiva deyðshjálp og fosturdiagnostikk. Slag av sending: Kjak Málbólkur: Vaksin, við áhuga fyri etiskum evnum Sendilongd: 25 min. Vertur: Solby Christiansdóttir Redaktørur: Solby Christiansdóttir, solby@kvf.fo
 
Savnssending Sending við gestum, ið viðgera evni, sum eru uppi í tíðini (aktuell). Tvey til trý evni vera í hvørjari sending. Ætlanin er at hava tveir ella tríggjar gestir til hvørt evni, soleiðis at hvørt einstakt evni verður viðgjørt úr fleiri sjónarhornum. Slag av sending: Tíðindi og aktuelt Málbólkur: Øll við áhuga fyri samfelagsviðurskiftum Sendilongd: 50 minuttir Vertur: Grækaris Djurhuus Magnussen Redaktørar: Liljan Weihe, liljan@kvf.fo, og Grækaris Djurhuus Magnussen, grakaris@kvf.fo
 
Savnsending Bismarin er ein nýggj dokumentar sending við kjaki aftaná. Sjálv dokumentarsendingin byrjar mánadagar klokkan 17:05 og klokkan 17:30 er kjak í útvarpsstovuni um sama evni. Nú fáa lurtarar aftur høvi at siga sína meining í eini útvarpssending. Slag av sending: Útvarps-dokumentarsending um aktuell evni við lurtarakjaki aftaná Málbólkur: Vaksin Sendilongd: 55 minuttir Journalistar: Elin Winther Poulsen og Jóhann Mortensen Redaktørar: Elin Winther Poulsen, elin@kvf.fo, og Jóhann Mort ...
 
Savnssending Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss og evni verða útbreidd. Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.
 
Savnssending Í sendingini "Túnatos" ferðast Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen í bygd og í bý og práta við fólk um tað, sum hendir í gerandisdegnum. Slag av sending: Magasin-sending við ymsum innsløgum frá einum staði Málbólkur: Tilkomin fólk við áhuga fyri tí, ið rørist í ymsu, smáu lokalsamfeløgunum í Føroyum Sendilongd: 25-30 minuttir Lagt til rættis: Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen Redaktørur: Elis Poulsen, elis@kvf.fo
 
Savnssending Tempo er ein lívsstílssending. Afturat tónleik í høgum og lágum tempo inniheldur sendingin samrøður og frásøgur frá gestum, sum eisini velja tónleikin. Eisini inniheldur sendingin - tá høvi býðst - livandi tónleik. Verturin heitir eisini á lurtarar um at koma við hugskotum til sendingina, serliga um onkur lurtari hevur eitt hugskot til ein gest, sum kundi vitjað sendingina. Skriva navn, telefonnummar og hví viðkomandi átti at verið gestur í sendingini.
 
Savnssending Filosoffarnir er ein sending, har Armgarð Arge tosar við Jógvan D. Hansen, lærara í heimspeki. Hvør sending viðgerð ein heimsspeking og tað, sum hann hevur hugsað, gjørt og skrivað. Evnini eru ymisk. Hvat er menniskja? Hvør er Guð? Hvørji eru vit, hvaðani koma vit, og hvar fara vit? Hvat kunnu vit fata, og hvat kunnu vit sansa? Og um fólkaræði, kapitalismu og kommunismu.
 
SavnssendingHvørt fríggjakvøld í vár er nýggja sjónvarssendingini mælt á skránni. Sendingin snarar rundanum lyklaorðini gaman, álvara og aktualitet.Við gestum, innsløgum, kjaki, matgerð og tónleiki skal sendingin taka samanum farnu vikuna í einum løttum tóna í einum hugnaligum og áhugaverdum umhvørvi.Slag av sending: Aktuel samrøðusendingMálbólkur: SamfelagsáhugaðiSendilongd: 45 minuttirVertur: Høgni í JákupsstovuRedaktørur: Høgni í JákupsstovuÁbyrgdarhavandi: Solby Christiansdóttir, solby@k ...
 
Savnssending Hvat er eitt lukkuligt lív? Hvaðani stavar átrúnaður? Er Gud til? Hvør er munurin á monnum og kvinnum? Hvat er deyðin? Hetta eru nakrir av spurningunum, sum nýggja útvarpssendingin "Nørdarnir" í summarskránni hjá Kringvarpi Føroya viðger. Sendingin er mannað við fýra fakfólkum, sum viðgera nakrar av lívsins stóru spurningum frá ymsum fakligum sjónarhornum. Tey fýra, sum manna panelið, eru Súsanna Skaale, sálarfrøðingur, Magnus Gaard, lívfrøðingur, Jógvan D. Hansen, heimspekingur ...
 
Loading …
show series
 
Mijðan apríl endurtekur Visit Faroe Islands átakið "Closed for Maintenance", har útlendingar koma til Føroya at hjálpa at fríðka um - náttúruni og ferðavinnuni at gagni.Áhugin er øgiligur. Túsundtals útlendingar standa á bíðilista; men einans 100 sleppa framat - hóast teir sjálvir skulu rinda fyri ferðina og fáa onga løn fyri arbeiði - annað enn ko…
 
Tróndur Jacobsen er maðurin handan nýggja vangan á Instagram, sum ber heitið 'faktatysdagur'.Tróndur byrjaði í stuttleika at leggja ymisk fakta út á sín egna vanga. Tað tóku fólk so mikið væl ímóti, at hann valdi at gera ein vanga til fakta burturav.Higartil hevur síðan upplýst um amerikanskan politikk og Disney. Í dag er fakta týsdagur og snýr tað…
 
Humanity in Action Danmark hevur í ár valt at seta ríkisfelagsskapin á dagsskránna, og tí fer summarakademiið í Keypmannahavn næstu árini millum annað at snúgva seg um mannarættindaspurningar í føroyskum høpi. Skipað verður eisini fyri eini ferð til Føroyar í samstarvi við m.a. Setrið. Tí er neyðugt, at føroysk lesandi luttaka, so eisini Føroyar ve…
 
Fríggjadagin var stór hátíðarløta í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, tá Niels Danielsen, portørur, fekk Dronningens Fortjenestemedalju fyri at hava verið í starvi í samfull 40 ár.Eg eri innandura og fáist mest við at trilla sengur, sigur portørurin.Av tí sama er hann ofta í lyftini, og har kemur hann í samband við nógv fólk.Eg vænti, at fólk, s…
 
Leygarkvøldið var Geytakvøld í Norðurlandahúsinum. Í alt 20 filmar vórðu sendir inn til kappingina - av teimum vórðu 8 filmar valdir út at kappast um Geytan.Vinnarin gjørdist filmurin 'Hví eru vit her', sum Búi Dam og Dánjal á Neystabø hava gjørt saman við einum stórum liðið av filmsfólkum.Um filmin, segði dómsnevndin m.a.:…
 
Í 1982 fór Max Weihe at arbeiða á trolaraskrivstovuni hjá KGH í Grønlandi. Starvsfólkini hjá KGH sum heild vóru 4500 í tali. Einahandilin rakk út í hvønn krók, men varð avtikin í 1985-86.Heimastýrið yvirtók framleiðslu- og útflutningspartin 1. januar 1985. Har varð Max Weihe settur í starv sum fiskarídisponentur fyri trolararnar.Nakað skjótt fór ha…
 
Michael Anthony Charles Johannesen, tónleikastjóri á G!, kunngjørdi í morgunsendingini, at Robert Plant, sum bleiv heimskendur við bólkinum Led Zeppelin, kemur til Føroya í summar.71 ára gamli sangarin, ið verður mettur millum teir størstu í rokksøguni, vitjar oyggjarnar við síni nýggju tónleikaverkætlan, Saving Grace.Saving Grace byrjaði at framfø…
 
Loading …
Google login Twitter login Classic login