Best fyris podcasts we could find (Updated April 2018)
Related podcasts: Spel News Spelrecensioner Rewiev Nya Dataspel Game Video Games Lifestyle Science Religion Comedy  
Fyris public [search 0]
show episodes
 
M
Mr Darks Darkcast
Monthly+
 
Reviews on Games and TV-series with Mr Dark.
 
M
Meg minnist
Weekly
 
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað.Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
 
K
Kvørnin
Monthly+
 
Í Kvørnini verða tónleikaútgávur umrøddar. Serliga eru tað nýggjar føroyskar útgávur, men stundum sleppur útlendskur tónleikur framat. Sendingin er skipað sum pallborðsorðaskifti.Við grøna borðið í útvarpsstovuni eru vanliga vertur og trý tónleikaáhugað. Nakað av útskifting er við borðið. Tað eru umleið seks fólk í alt, sum skiftast um at taka lut.Fyritreyt fyri at sita við pallborðið í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.
 
Send okkum tín egna spurning á Facebook, Ask.fm ella via email.Sjá okkara Facebook síðu fyri meira:https://www.facebook.com/brennandispurningar/
 
C
Chorus
Monthly+
 
Chorus er ein sending við góðum og fjølbroyttum kórsangi.Vit hoyra dygdarkór framføra føroyskar og útlendskar sangir og verk.Vertir: Gunnvør Poulsen, Urd Johannesen og Bjarni Restorff - øll kend í føroyska kórumhvørvinum. Sendingin verður borin av tí áhuga og vitan, sum verturin hevur fyri evninum.
 
Loading …
show series
 
66 ára gamli Kemm Poulsen tekur kannabis fyri pínu í rygginum og ristingar av Parkinson-sjúku. Hann noyðist at útvega heilivágin ólógliga, tí læknarnir meta ikki, at hann hevur tørv á kannabis.Kannabis er tann heilivágurin, sum hevur hjálpt best, sigur Kemm, sum undrast á, at læknar eru so trekir at útskriva hendan heilivágin.Gunnvá Tróndardótt ...…
 
Hvussu sterkt er føroyska fólkaræðið? Og hvussu verja vit føroyska fólkaræðið, nú fleiri onnur lond hava upplivað afturgongd í sambandi við fólkaræði.Hesar spurningar seta vit einum granskara og tveimum fyrrverandi politikarum.Brexit fær avleiðingar fyri føroyska fiskivinnu, men hvussu álvarsligar verða avleiðingarnar? Hetta er evnið í nýggjari ...…
 
Soleiðis siga tey í panelinum við mann, ið undrast, hví kvinnur rópa Metoo og so stilla seg í langar bíðirøðir fyri at sleppa at síggja filmin 50 shades of grey, sum snýr seg um mann, ið bindur og pínur kvinnu í songini.- Tú mást siga frá, um fólk bróta tagnarskyldu í sosialum samanhangi, fyri at siga eina góða søgu, vóru boðini til lurtara, su ...…
 
Øll, sum hava luttikið á arbeiðsmarknaðinum, hava havt ein leiðara.Leiðsla í dag er ikki bara at taka avgerðir. Leiðsla hevur ment seg til eina námsgrein og vísindini hava eisini fingið dúgligan áhuga fyri leiðsluhugtakinum. Semja tykist vera um, at leiðsla hevur nógv fleiri dimensjónir enn bara tað at vera skiparin á brúnni.…
 
"Tað sum er ringast, er at eg millum vinir, grannar og onnur fólk javnan hugsi: Hvat munnu øll onnur hugsa um meg... Eg eri troytt av at liva lívið hjá øðrum. Eg vil liva mítt egna!""Tá eg skal gjalda fyri innkeypið, rýka alskins pakkar av smákøkum, spareribs, piparbúffar, og svans niður í innkeypsvognin. Ja, tá tekur hann vogn, og ikki kurv!".…
 
Leivur Thomsen skipar fyri
 
"Hatta verður bara verri!", "Fá tær ein yngri!" og "Far frá honum, meðan tú enn orkar!" eru nøkur av ráðunum, lurtarar geva sjómanskonuni, sum er troytt av manninum, sum als ikki vil samskifta.Onnur evni, ið eisini verða viðgjørd, eru: barnauppaling og borðsiður, eiga pápar at fara í barnsburðarfarloyvi, og skal ein kvinna kempa fyri at fáa man ...…
 
Tá tú veitir mathjálp í Føroyum er týdningarmikið at gera tað í tí stilla, tí fólk, sum tørva hjálpina, eru ikki glað fyri, at grannar og onnur vita av at tú kemur til teirra við hjálp.Annars vóru spurningarnir um ein lurtari skuldi útstilla ein kendan persón, sum snýtti hana, tá hon keypti ein brúktan lut á netinum, hvussu ein mamma kann hjálp ...…
 
Grein 25-nevndin fór av álvara til arbeiðis týsdagin.Heðin Mortensen, formaður hevur sum mál at leggja álit fram uttan viðmerkingar til flestu lógargreinarnar, men er neyðugt við útgreinan av einstøkum greinum fyri at røkka semju, so verður tað gjørt.Nevndin hevur deadline á ólavsøku, men semjan má vera stór, tí eingin fólkaatkvøða verður við b ...…
 
Útboð og eftirspurningur eru høvuðsorsøkirnar til, at lønarlagið er, sum tað er. Men fleiri onnur viðurskifti gera seg eisini galdandi.Ójavni á arbeiðsmarknaðinum er neyðugur fyri at fáa fólk at kýta seg, men ov stórur ójavni er eisini samfelagsbúskaparliga óheppin.Luttakarar í sendingini: Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, Maud ...…
 
Framførslan var í samband við, at hálvt áratúsund er runnið, síðani Martin Luther slóðaði fyri kristnu reformatiónini. Í nýmótans samanrenning av myrkri og ljósi, ljóði og lestri, tulka tónleikarar sálmar úr Sálmabókini - ein heildaruppliving við íblástri úr kirkjuligari liturgi. Solistar:Annika HoydalNiels MidjordSissal Grækarisdóttur Magnusse ...…
 
Kór Glyvra kirkju, einsongur, felagssangur og jólatónlist fyri tværfloytu
 
Jól í Bø er eitt væl umtókt tiltak ein leygardag undan jólum, har fólk kunnu uppliva ymist ókeypis. Systkini Rannvá í Løðu og Tróndur Niclasen eru millum eldsálirnar sum skipa fyri tiltakinum og tey greiða frá í sendingini. Grótbátarnir hjá byggifelagnum J&K Petersen sigla nátt og dag við gróti av Glyvursnesi inn til nýggju havnina í Havn. Eyðf ...…
 
Konsertin tók støði í sjónvarpssendirøðini "Minnist tú enn", sum Kringvarpið sendi fyri nøkrum árum síðani.Magnus Johannesen setti løgini út fyri orkestrið. Gestasangarar eru Kristina Bærentsen, Guðrun Sólja Jacobsen, Signar í Homrum, Sámal Ravnsfjall og Carlsen systrarnar.Sigurður Flosason stjórnar orkestrinum, og Suni Merkistein, sum gjørdi s ...…
 
Eg haldi, at virðingin fyri manninum er komin til eitt nullpunkt, og eg eri bangin fyri, at vit menn hava mist okkara samleika.Eg havi eina vinkonu, hvørs vermóðir framvegis hevur samband við eks-damuna hjá soninum.Systir mín og beiggi sjeikin hjá mær eru blivin forlipt. Kunnu vit gera nakað fyri at forða hesum forholdi at verða til nakað?Hetta ...…
 
Ein omma eigur ikki at skelda ommubørnini. Hvussu sigi eg hetta við hana?Havi frætt, at sjeikurin hjá dóttur míni, sum situr í koyristóli, sum oftast hevur unnustur í koyristóli. Skal eg siga tað við dóttrina?Eg havi verið við aðrari kvinnu. Havi ikki hug at siga tað við konuna ella at fara frá henni, MEN fái ikki hina kvinnuna úr mínum tonkum. ...…
 
Hinir spurningarnir snúgva seg um, hví bert roykjarar skulu plágast av ógvusligum ávaringum á vørum, tá aðrar vørur eisini eru skaðiligar fyri fólk, og hvat man kann gera, tá man hevur børn til fosturs, sum ikki gera, sum ein sigur.Innkomni spurningurin var um tað er ov tíðliga at pynta til jóla, og nær jólapyntið skal niður aftur.Panelið var h ...…
 
Jørgen Jacobsen, sum varð raktur av liðagikt í summar, fekk at vita, at bíðitíðin at sleppa til giktalækna í almenna heilsuverkinum var hálvtannað til tvey ár. Men av tí at hann hevði eina privata viðgerðartrygging, slapp hann fram at til privata giktaviðgerð eftir heilt stuttari tíð.Sonur Gunn Ellefsen fekk trupulleikar við rygginum og slapp t ...…
 
Bæði á privatum og almennum arbeiðsplássum eru alsamt fleiri fólk eldri enn 67 ár virkin á arbeiðsmarknaðinum.Fyri 10 árum síðan, í 2007, vóru 697 fólk eldri enn 67 ár virkin á arbeiðsmarknaðinum.Nú eru sløk 1200 fólk eldri enn 67 ár á arbeiðsmarknaðinum.Meira enn triði hvør fólkapensjónistur er framvegis til arbeiðis.- Og tað talið fer áhaldan ...…
 
So er aftur galið - aftur er ein heimsumfatandi gøla um skattaskjól og skattaundandrátt hjá teimum mest múgvandi.Sonevndu Paradíspappírini siga aftur søguna um heimsins úrvalslið, sum við sínum ríkidømi og vælutbúnu eydnuriddarum krógvar sínar ognir og pengar fyri forvitnum eygum og skattamyndugleikum. Og enn einaferð progvar stóri lekin av trú ...…
 
Sálmarnir, ið sungnir verða:579 Guð signi várt fólk, har tað siglir og rør576 Nú leiti eg til tína náði660 Mær er sagt um ein stað544 Tíðin rennur sum streymur í á,569 Tíðin rennur, dagur líðurTheodor Eli Dam Olsen, prestur, prædikar. Við orglið situr Gudmundur Mortensen. Deknur er Marius Rein og klokkari Annfinnur Johansen. Fyri tekiska partin ...…
 
Brøvini hesa ferð snúðu seg um uttanlandsferðir hjá fólkaskúlunum, nær børn eiga at gjalda fyri at búgva heima hjá foreldrunum, og um at vit sita og hyggja í ein skíggja, heldur enn at tosa saman.Óvanliga nógvir spurningar komu umvegis sms-skipanina í dag, og panelið svaraði fleiri av teimum. Ein teirra var um aldursmun í parlagnum. Annar um ma ...…
 
Spurningarnir hesaferð snúgva seg annars um eina kvinnu, sum er bangin fyri at systirin er farin at drekka, um hvat man skal gera, tá sjeikurin hevur ein óuppdrignan hund, um konu- og mannfólkabilar og um hundar, ið eru inni allan dagin.
 
Ein náttúruverndarlóg verður í løtuni orðað í Heilsu- og innlendismálaraðnum.Vit hava onga náttúruverndarlóg í Føroyum, men Sirið Stenberg hevur boðað frá, at ein slík lóg verður løgd fyri tingið áðrenn jól.Tað hevur leingi verið tosað um, at tørvur er á eini náttúruverndarlóg, og fleiri lógaruppskot eru løgd fram, sum ikki eru vórðin samtykt. ...…
 
Skúlin á Løgmannabreyt og Hoyvíkar Skúli hava ongar handaligar ella kreativar væl-lærugreinar á tímatalvuni hjá 8. og 9. flokkunum í ár. Fleiri skúlastjórar vilja hava ikki-bókligu lærugreinirnar eyðmerktar á játtanini til fólkaskúlan, tí eingin játtan er til hesi fak.Tað merkir, at tímarnir skulu takast onkra aðrastaðni, siga Høgni Joensen, sk ...…
 
Guðstænastan varð send sunnudagin 1. oktober 2017.Sálmarnir vóru:327 Hin signaða dag vit síggja fró200 Hin sterki Krist sleit deyðans bond,664 so troystarleystog eftir prædiku:267 Eg veit, hvar góð er grundin201 Grøvin sterka rivnað erVið orglið sat Jóanes Mørkøre, Jógvan Dam var klokkari, deknur var Øssur av Steinum og fyri tí tøkniliga í kirk ...…
 
- Hon kann bara blunda, so sær hon ikki, hvat tannlæknin ger aftan fyri hana. Soleiðis sigur Rudolf Joensen til bræv frá kvinnu, sum setur spurnartekin við reinførið hjá sínum tannlækna.Eitt par fær ongan náttarsvøvn í vikuskiftunum, tí granni ballast frá kvøldi til morgun.Ein mamma kennir seg sum vánaligan uppalara, tí lærarin á foreldrafundi ...…
 
Google login Twitter login Classic login