Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra. Her verða gjørdar bæði featuresendingar við menniskjaligu frásøgnini í sentrum, magasinsendingar og gravandi sendingar við fokus á óreglusemi í samfelagnum. Innihaldsliga fevna sendingarnar um alt frá søgu, siðsøgu og lívsstíli til sosialrealismu og portrett.
…
continue reading
Fyri fjøruti árum síðani gjørdist hann víðagitin sum sangari í bólkinum Boomtown Rats. Serliga var tað sangurin "I don´t like mondays", sum vakti ans víðahvar. Seinni skrivaði hann sangin "Do they know it´s Christmas", sum gjørdist ein av mest seldu sangum í bretskari tónleikavinnu. Tá mannaði hann eitt valalið av sangarum og tónleikarum at syngja …
…
continue reading
Ein sending við stuttfilmum og samrøðu um menningarórógvið, autismu.By Kringvarp Føroya
…
continue reading
Hvørji mál hevur Hallur sett sær sum spælari, og hvat krevur tað? Bæði sum ítróttarfólk og ikki minst sum menniskja? Eisini eru teir báðir, Hallur og Tróndur, afturlítandi og tosa um stórar løtur á føroyska A-landsliðnum í fótbólti.Lagt til rættis: Tróndur Vatnhamar.By Kringvarp Føroya
…
continue reading
- kapping í klassiskum tónleiki fyri ung. Til ber at síggja alla handanina, við at trýsta HERBy Kringvarp Føroya
…
continue reading
20 ára gamla Helena Joensen spælir klaver og er ein av mongu luttakarunum til tónleikakappingina Stella Polaris. Stella Polaris er ein tónleika kapping fyri ungar klassiskar tónleikarar, har høvuðsvinningurin er 20.000 krónur.Dagarnar áðrenn kappingina stendur serliga nógv á hjá Helenu, tí nú skal venjast enn harðari. Tó er Helena ikki einsamøll um…
…
continue reading
By Kringvarp Føroya
…
continue reading
Happing er ein menniskjalig frumdrift, sum kemur av tí, at vit eru bólkadjór, og ein tann størsta ræðslan vit hava, er at vera koyrd úr bólkinum, nakað soleiðis sigur sálarfrøðingurin Tóra Petersen.Í sendingini hitta vit tvey fólk, sum hava verið fyri ógvusligari happing í fólkaskúlanum. Tey greiða frá, hvussu hart tað var at vera happað, og hvussu…
…
continue reading
- føroysk sendingBy Kringvarp Føroya
…
continue reading
Sending við seks stuttfilmum framleiddir av føroyskum filmsfólki. Lagt til rættis: Elin Mirjamsdóttir.By Kringvarp Føroya
…
continue reading
Sending við seks stuttfilmum framleiddir av føroyskum filmsfólki. Lagt til rættis: Elin Mirjamsdóttir.By Kringvarp Føroya
…
continue reading
Seinastu árini er tað vorðið meira og meira vanligt, at fólk ganga og klatra í fjøllunum. Samstundis sum talið á fólkum í haganum veksur, økist vandin fyri, at óhapp og vanlukkur kunnu henda eisini. Teir dagar, tá tyrla ella bátur ikki kunnu koma fram á vanlukkustaðið, verða boð send eftir fjallabjargarunum. Vit eru við til árligu venjingina hjá fj…
…
continue reading
Tummas Jákup Thomsen hevur verið bundin av rúsdrekka í nógv ár og hevur livað eitt hart lív sum heimleysur í Danmark og Føroyum. Nú er hann farin í rúsdrekkaviðgerð og hevur megnað at hildið seg edrúan í næstan eitt ár.By Kringvarp Føroya
…
continue reading
Íslendingar hava í mong ár fingið ein stóran part av orkuni, teir brúka, úr undirgrundini. Tann heita keldan Geysir hevur gjørt Ísland kent um allan heim, hon hevur verið eitt tekin um ta nógvu orkuna, sum íslendska undirgrundin goymir. í sendingini verður sagt frá, hvussu íslendingar nýta tað heita vatnið til upphiting og ravmagnsframleiðslu.…
…
continue reading
Sjónvarpssending um sjúkuna Parkinson í Føroyum. Vit fylgja Elisi Poulsen og John Williami Joensen, ið báðir hava fingið staðfest Parkinson. Teir hava hvør sína avbjóðing við sjúkuni.Elis missir røddina, ið hevur stóran týdning fyri hann sum útvarpsmann, og sum stjóri, hevur John William trupult við at røkja sítt arbeiði til fulnar, tí sjúkan tekur…
…
continue reading
Vit eru á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík, sum í ár varð hildin í døgunum 15. til 21. august, har vit serliga eru við til fiskikapping og vatnkríggj og á ymsu tiltøkunum leygardagin 20. august.Lagt til rættis: Solby Christiansdóttir og Hans Petur Hansen.By Kringvarp Føroya
…
continue reading
Nógv gomul sita einsamøll og óhjálpin heima ella liggja á sjúkrahúsi, tí pláss ikki er fyri teimum á røktarheimum. Bíðilistarnir eru langir, og tey avvarðandi eru illa sperd.Lagt til rættis: Dagmar Joensen-NæsBy Kringvarp Føroya
…
continue reading
Triðja hvørt serlæknastarv á Landssjúkrahúsinum er ósett, og triði hvør serlækni er eldri enn 60 ár.Serlæknarnir eru um at hokna undir arbeiðsbyrðuni, og sjúklingar mugu bíða leingi eftir at sleppa í viðgerð.Lagt til rættis: Dagmar Joensen-Næs.By Kringvarp Føroya
…
continue reading
Júst sum tveir dropar av vatni - tvíburar. Soleiðis siga vit, tá tveir persónar hava somu mammu og verða føddir næstan samstundis.Men hvussu er at vera tvíburi – eru tvíburar heilt eins, er eitt serligt samband millum tvíburar, og er tað stuttligt at hava ein dupultgangara?Í sendingini hitta vit trý tvíburapør, sum fortelja, hvussu tey uppliva at v…
…
continue reading
By Kringvarp Føroya
…
continue reading
Róar, Suni og Emil eru tríggir ungir menn við nógvum forðingum í gerandisdegnum. Men forðingar eru eisini avbjóðingar, og vilji og treiskni bera langt, tá lívið skal livast.Lagt til rættis: Dagmar Joensen-Næs.By Kringvarp Føroya
…
continue reading
Í døgunum 16. - 18. apríl 2015 var tann fyrsti Bindifestivalurin av sínum slag í Fuglafirði.Ikki bert føroyingar, sum hava áhuga fyri binding, men eisini fleri útlendingar, eru komnir til bygdina fyri at læra nýggjar bindingarhættir, fara til fyrilestrar og fáa íblástur.Vit fylgja einum at luttakarunum á festivalinum, og somuleiðis siggja vit, hvus…
…
continue reading
By Kringvarp Føroya
…
continue reading
- føroysk sendingBy Kringvarp Føroya
…
continue reading
Lívið nýtist als ikki at vera keðiligt, hóast tú ert gamal. Tað halda tey bæði Sámal Júst Ziska Dahl og Dania Andreassen, ið eru ávikavist 80 ár og 77 ár.Sámal Júst Ziska Dahl er fyrrverandi lærari og býr Í Klaksvík saman við konuni, Astu. Hóast hann er 80 ára gamal, setist hann ikki aftur at renna túrar tríggjar ferðir um vikuna. Harafturat dámar …
…
continue reading
Annað árið á rað verður skipað fyri tónleikakappingini Stella Polaris, har ungir, klassiskir tónleikarar umframt heiðurin kappast um at vinna 25.000 krónur.Vit eru við á kapppingardegnum, tá teir seks finalistarnir skulu framføra fyri dómsnevndini, ið er mannað av bæði føroyskum og útlendskum serkønum innan økið.Ein dagur, sum bjóðar gleði, spennin…
…
continue reading
Hvørt ár velja fleiri pør at fara hvør til sítt. Tøl vísa, at næstan fjórða hvørt hjúnaband endar í hjúnaskilnaði. Men tá pør - gift ella ógift - velja at fara frá hvørjum øðrum, eru børn ofta við í myndini.By Kringvarp Føroya
…
continue reading
Hóast føroyingarnir høvdu boðið sær at hjálpa, endaði øll russiska manningin í ísakalda havinum.Í sendingini greiða nakrir av manningini frá tilburðinum, og vit hitta eisini ein av russarunum, sum var við hesa lagnunátt á Flemish Cap.By Kringvarp Føroya
…
continue reading
Á einum banka við Føroyar svimja nakrir toskar, sum ikki eru at finna nakra aðrastaðni. Teir eru stórir og feitir og hava ein serliga góðan smakk. Hesin toskur svimur bert úti á Føroyabanka, og verður hann róptur bankatoskurin. Í sendingini verður greitt frá, hvussu føroyabankatoskurin er øðrvísi enn annar toskur, og hvat tað er, sum er sermerkt vi…
…
continue reading
Í Skopun situr filmslistarmaðurin Sakaris Stórá. Hann heldur ikki, at neyðugt er at fara av oynni at gera film. Tvørturímóti er ógvuliga umráðandi hjá honum at vera staddur í heimbygdini, tá hann arbeiðir. Her fær hann friðin at hugsavna seg.Í kjallaranum heima við hús hjá foreldrunum hevur hann sítt arbeiðsrúm. Her situr hann og skrivar søgurnar t…
…
continue reading
30 ára gamli Guðmundur Joensen úr Havn íðkar triathlon á professionellum stigi. Síðani 1. januar í ár hevur hann verið í farloyvi og satsar alt upp á ítrótt.Guðmundur hevur sett sær fyri, at hann skal verða millum teir bestu í heiminum. Solby Christiansdóttir og Jens Jákup Hansen leggja tilrættis.By Kringvarp Føroya
…
continue reading

1
Føroya Symfoniorkestur - Enigma Variatiónir
32:37
32:37
Play later
Play later
Lists
Like
Liked
32:37By Kringvarp Føroya
…
continue reading
Sjey mans hava sett sær fyri at klintra upp á toppin á Trøllkonufingri. Ein drangur, sum stendur í útsynningshorninum í Vágum og er 313 metrar høgur.Fleiri sagnir og søgur eru knýttar at Trøllkonufingri, og tí er eitt sindur ógreitt, um nakar nakrantíð áður hevur rokkið toppin á dranginum. Vit fylgja serliga feðgunum, Herman og Absalon Eysturoy, su…
…
continue reading
Sendingin lýsir kappingina og eisini sjálvan spenningin undir finaluni. Lagt til rættis hava Ivan Hentze Niclasen og Barbara Samuelsen.By Kringvarp Føroya
…
continue reading
Hetta hevur við sær, at tey sjáldan kunnu brúka sínar førleikar til fulnar á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Í hesi magasin-sendingini verður tosað við tríggjar tilflytarar, sum allir máttu skifta yrkisleið, tá teir fluttu til Føroyar. Lag til rættis: Ivan Hentze Niclasen.By Kringvarp Føroya
…
continue reading
Vit hava vitjað 42 ára gamla Dánjal Magnussen av Oyrabakka, sum misti annað beinið í skotóhappi í 2002, 69 ára gomlu Káru Heinesen av Strondum, sum misti høgra arm í arbeiðsóhappi fyri 50 árum síðani og 4 ára gamla Øssur Ábraham Bjarnason av Viðareiði, sum er føddur uttan armar.Felags fyri hesi trý er strembanin eftir at liva eitt vanligt lív, hóas…
…
continue reading
Nógvir føroyingar hava okkurt tilknýti til Landssjúkrahúsið. Vit fara hagar við smáum snuddum, og tá løstirnir eru stórir. Í dokumentarrøðini fylgja vit nøkrum starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum í teirra arbeiðsdegi.Í fjórðu sending eru vit millum annað á barnadeildini, á skurðdeildini og á skaðastovuni. Lagt til rættis: Ivan Hentze Niclasen og Bjar…
…
continue reading
Gev gætur: Sendingin er óhóskandi fyri børnNógvir føroyingar hava okkurt tilknýti til Landssjúkrahúsið. Vit fara hagar við smáum snuddum og tá løstirnir eru stórir. Í dokumentarrøðini fylgja vit nøkrum starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum í teirra arbeiðsdegi.Í triðju sending eru vit millum annað á hjartadeildini B8, á skaðastovuni og á skurðdeildini.…
…
continue reading
Tað er dýrt at byggja nýggj fjós, og summir bóndur eru so illa fyri, at teir noyðast at gevast. Við virknari vinnutólum fara nakrir bóndur at leypa av.Lagt til rættis: Karolina Thostrup.By Kringvarp Føroya
…
continue reading
Nógvir føroyingar hava okkurt tilknýti til Landssjúkrahúsið. Vit fara hagar við smáum snuddum, og tá løstirnir eru stórir. Í aðru sending eru vit millum annað á hjartadeildini B8, á skaðastovuni og á skurðdeildini.Lagt til rættis: Ivan Hentze Niclasen og Bjarni Árting Rubeksen.By Kringvarp Føroya
…
continue reading
Nógvir føroyingar hava okkurt tilknýti til Landssjúkrahúsið. Vit fara hagar við smáum snuddum, og tá løstirnir eru stórir. Í dokumentarrøðini fylgja vit nøkrum starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum í teirra arbeiðsdegi.Í fyrstu sendingini eru vit millum annað á krabbameinsdeildini B6, hjartadeildini B8 og barnadeildini B5. Lagt til rættis: Ivan Hentze …
…
continue reading
Á Vísindavøkuni 2013 vístu stovnar og granskarar á, hvussu man granskar, og hvat tey granska í. Vit vóru við á Vísindavøkuni og vitjaðu basarnar, og eisini hava vit vitjað tríggjar granskarar og hugt at, hvussu og hvat tey granska.By Kringvarp Føroya
…
continue reading

1
Skálafjarðartunnilin - kosta hvat tað kosta vil
59:12
59:12
Play later
Play later
Lists
Like
Liked
59:12Í sendingini verður varpað ljós á løgfrøðisligu ivamálini og politisku handfaringina av málinum.Jan Lamhauge og Jógvan Eli Dam hava lagt til rættis.By Kringvarp Føroya
…
continue reading
Ungar gentur í Føroyum eiga fyrr børn enn genturnar í flestu grannalondunum, og tær fáa eisini fleiri børn. Nógvar ungar mammur og pápar vilja sleppa at útbúgva seg, men hava torført við at klára seg fíggjarliga.Lagt til rættis: Karolina ThostrupBy Kringvarp Føroya
…
continue reading
Mads Nørgaard Nielsen í Klaksvík eigur eitt ótal av gomlum 78-plátum. Hann hevur serligan áhuga fyri tónleikinum frá hesi tíðini, og hann veit nógvar søgur í sambandi við tónleikin.Hans Eli Sivertsen á Argjum hevur eitt stórt savn við firvaldum, og harafturat hevur hann eisini eitt stórt fuglasavn. Nú arbeiðir hann á Føroya Sjósavni, og har kemur h…
…
continue reading
Tróndur Patursson, listamálari arbeiðir hvønn dag við síni list heima í smiðjuni í Kirkjubø, í atelierinum á Skipasmiðjuni í Havn ella uttanlands. Hann málar, brennir glas, hongur framsýningar upp og arbeiðir alla tíðina við fleiri verkum. Stundum er hann heima, stundum ferðast hann. Sendingin er ein vangamynd av Tróndi Paturssyni.Lagt til rættis: …
…
continue reading
Salurin í Norðurlandahúsinum var fullsettur, tá ið Kasparov telvaði simultan móti føroyska landsliðnum. Dagin fyri hevði hann vunnið 24-1 á einum føroyskum úrvalsliði á Norðoyastevnu. Unglingaføroyameistarin, Hans Kristian Simonsen, koppaði óvæntað heimsins besta í stóru simultankappingini í Klaksvík. Hóast Kasparov hevði vunnið spælandi á sterkum …
…
continue reading
Men tað ber væl til at hava eitt gott lív, um tú kemur heilt langt upp í árini. Tað eru tey trý fólkini, vit hitta í hesari sendingini, dømi um. Tey eru í aldrinum millum 92 og 104 ár. Lagt til rættis: Tórður MikkelsenBy Kringvarp Føroya
…
continue reading
Í mun til til fólkatalið, hevur ongin onnur tjóð í heiminum mist so nógv fólk á sjónum, sum Føroyar. Í sendingini verður greitt frá trimum vanlukkutilburðum í føroyskari sjósøgu, ið hóast teir eru ymiskir, allir hava tann sama lemjandi missin við sær. Lagt til rættis: Jóannes Lamhauge.By Kringvarp Føroya
…
continue reading
Hvørt ár eru millum 700 og 800 føroyingar í viðgerð á psykiatriska deplinum á landssjúkrahúsinum. Summi verða innløgd á opnari deild, onnur á stongdari deild, og uppaftur onnur koma í viðgerð uttan nakrantíð at flyta inn í gráu bygningarnar. Hví endaði ungi maðurin her úti? Hví ganga sálarfrøðingar til sálarfrøðing? Hví koma summi ikki út aftur í s…
…
continue reading
Rásin er ein landsstovnur undir Mentamálaráðnum, og endamálið er at geva næmingunum møguleika til at menna sosialar, persónligar og kensluligar eginleikar. Hetta er eitt skúlatilboð og gjøgnum eina skipaða undirvísing skulu næmingarnir læra um lívið og um teir møguleikar, sum eru at velja ímillum. Í sendingini eru vit saman við teimum ungu, sum búg…
…
continue reading