Meg minnist: Reðin Leonsson (1:3)

38:22
 
Share
 

Manage episode 234276866 series 1215267
By Discovered by Player FM and our community — copyright is owned by the publisher, not Player FM, and audio streamed directly from their servers.
Reðin Leonsson er sørvingur. Sum smádrongur búði hann tvey ár í Mykinesi, har hann eisini gekk í skúla. Í Sørvági gekk hann í skúla hjá DD. Foreldur hansara vóru løgtingsmaðurin Leon Joensen úr Sørvági og Helga f. Magnussen úr Vági. Í 1955 var Reðin í norðaru havn í Ravnsoynni sum kokkur hjá fýra grønlandsbátum. Árið eftir var hann lempari við trolaranum "Høgafossi", og í 1957 fór hann til Íslands at rógva út í Ólafsvík. Báturin æt "Hrønn". Binni í Grøf við "Gullborgini" fekk sum vant mestu vekt hesa vertíðina, men menninir á "Hrønn" fingu mestu inntøkuna.

437 episodes available. A new episode about every 0 hours averaging 39 mins duration .