Fyris public
[search 0]
Download the App!
show episodes
 
Artwork
 
Ein autonomur podcast, sum er innan fyri revsilógina, men annars fullkomiliga uttan fyri námsfrøðiligt tamarhald. Vertir: Bjarni Arge og Jóan Pauli Dahl Jakobsen.
  continue reading
 
Artwork

1
Dilemma

Kringvarp Føroya

Unsubscribe
Unsubscribe
Monthly
 
Savnssending Dilemma er ein sending, har etisk evni verða tikin upp. Tríggir gestir, ið á ein ella annan hátt eru kendir úr almenna rúminum, tosa um sínar áskoðanir á evni sum eitt nú deyðan, rúsdrekkatrupulleikar, aktiva deyðshjálp og fosturdiagnostikk. Slag av sending: Kjak Málbólkur: Vaksin, við áhuga fyri etiskum evnum Sendilongd: 25 min. Vertur: Solby Christiansdóttir Redaktørur: Solby Christiansdóttir, solby@kvf.fo
  continue reading
 
Artwork

1
Meg minnist

Kringvarp Føroya

Unsubscribe
Unsubscribe
Monthly
 
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
  continue reading
 
Artwork

1
Moldvarp Føroya

Kringvarp Føroya

Unsubscribe
Unsubscribe
Monthly
 
Savnssending Moldvarp Føroya - ein føroysk satira í seks pørtum. Moldvørpan er kanska blind, men hon er ikki býtt. Treiskliga gravar hon seg gjøgnum ta myrku føroysku moldina, fyri at finna nøkur av teimum evnunum sum vit alt ov sjáldan síggja á skíggja. Moldvørpan er eisini ein njósnari sum sníkir seg inn á stovnar og felagskapir, fyri at avdúka hvat veruliga gongur fyri seg handan stongdar dyr. Moldvarpa er eisini ein lítil túgva av skarni, sum reyðmaðkurin leggur upp á jørðina um várið - ...
  continue reading
 
Artwork

1
Speki

Kringvarp Føroya

Unsubscribe
Unsubscribe
Monthly
 
Savnssending Í Speki eru sjónvarpsfyrilestrar til teirra, sum vilja vita meira. Fyrilestrahaldararnir koma frá ymsum stovnum, ið hava við gransking at gera. Speki er eitt úrslit av samstarvi millum Kringvarp Føroya og Fróðskaparsetur Føroya. Hugskotið aftanfyri Speki er at bjóða dygdargóða fólkaupplýsing um ymisk viðurskifti. Talan er um klassiskar fyrilestrar. Karmurin er minimalistiskur. Talaða orðið er í miðdeplinum. Fyrilestrarøðin kom fyrstu ferð á skránna í 2007, og er - eftir ein steð ...
  continue reading
 
Artwork

1
Sjá

Kringvarp Føroya

Unsubscribe
Unsubscribe
Monthly
 
Savnssending. Nýggj føroysk sjónvarpssending við trimum gestum í sjónvarpsstovuni hvørt sunnukvøld. Talan er um eina breiða sending við millum annað gestum frá vinnulívinum, mentanarpallinum, ítróttinum, samfelagskjakinum og fólkum annars, ið hava áhugaverdar ella øðrvísi lagnur og sjónarmið. Vertur er Heini í Skorini. Frætt eisini meira her: Sjá á Facebook
  continue reading
 
Loading …
show series
 
Dánjal Andreasen var eisini uppi í ítrótti. Hann var formaður í Leirvíkar Ítróttafelag í fleiri ár, tá felagið var frammarlaga í landskappingum. Sum framhald av hesum var Dánjal Andreasen nevndarlimur í Fótbóltssambandi Føroya saman við eitt nú formanninum Torleifi Sigurdsson. Sjálvur var Dánjal formaður í FSF í tvey ár. Tað var ein góð tíð.Eitt st…
  continue reading
 
Dánjal fekk hug at fara út at sigla. Fekk kjans við einum nýbygningi hjá Elite Shipping í Ringkøbing. Fyrst vóru hann og skiparin John á Líknagøtu nakrar mánaðir á skipasmiðjuni í Århus. Fyrsta túrin fóru teir eystureftir og vóru burtur um 3 mánaðir. Fekk aftur tjans við nýggjum skipi, sum fór eystureftir við útgerð til eitt sukurvirki í Indonesia.…
  continue reading
 
Dánjal Andreasen var eina tíð til skips við "Grunningi". Ein dagin hitti hann skiparan Kjartan Joensen, sum júst tá hevði keypt "Hvilvtenni". Hann spurdi, um Dánjal kendi nakran 2. meistara. Jú, svaraði Dánjal, hann kendi ein, sum æt Dánjal Andreasen. Nú var hann við Kjartani á rækjuveiði í Grønlandi. Í 1977 tók hann prógv sum maskinistur og fór vi…
  continue reading
 
Dánjal Andreasen fór til Íslands sum 13 ára gamal. Pápin hevði hann við sær, tá hann fór við einum íslendskum báti á Norðvesturlandinum. Dánjal arbeiddi í landi saman við Enna í Skopun, og var eisini til skips við íslendingum.Í 1970 vildi hann sleppa heimaftur av øllum og fekk lærupláss á skipasmiðjuni á Skála. Hetta var spennandi tíð við nógvum ar…
  continue reading
 
Dánjal Andreasen í Leirvík er júst givin at sigla sum maskinmeistari eftir fleiri ár við Mærsk. Pápi Dánjal var leirvíkingur. Mamman var dóttir Áar Dánjal í Miðvági. Tað var stuttligt og rokaligt at vera smádrongur í Leirvík, men minni stuttligt at ganga í skúla. Leirvíkingar róðu nógv út, og dreingirnir vóru umborð, tá høvi beyðst. Leirvík hevði t…
  continue reading
 
Alfred hevur búð í Saltnesi síðani 1978. Fyrstu fólk í Saltnesi vóru Óla Christian Joensen og Inger Ann í 1837. Næstur var skúlalærarin Johs. Petersen og síðani Andrias í Túni við húski.Óla Christian, nevndur Olgar, vildi eiga trøðna, sum hann velti. Søkti, men fekk nei frá øllum í Føroyum.Í 1845 helt hann til Keypmannahavnar at hitta kongin Chr. 8…
  continue reading
 
Alfred Olsen hevur gjørt mangt og hvat. Hann var fiskimaður eini seks ár 1960'unum. Fór síðani á handilsskúla og fekk lærupláss í Sjóvinnubankanum. Var stundum í Keypmannahavn og fekk sær meiri kunnleika. Í 1977 starv sum skrivari í Nes Kommunu, sum hann var í í 35 ár.Nes Kommuna hevur ment seg sera nógv á øllum økjum, síðani Nes, Toftir og Saltnes…
  continue reading
 
Alfred Olsen er toftamaður. Bæði pápin Jens Chr. Olsen og mamman Hilda vóru av Toftum. Pápin varð nevndur Jens uppi á Regni. Hilda var úr Túni. Jens Chr. var løgtingsmaður í mong ár. Hann fekk vitjan av fiskimonnum, sum vildu hava hann til Havnar, tá stóra verkfallið var í 1954.Á Toftum hava pensjónistarnir nógv tilboð. Undirhúsið, har menn hittast…
  continue reading
 
Fráfarni leiðarin á Frímerkjadeildini, Svanbjørg Manai, vaks upp í Havn. Mamman var úr Sørvági og pápin úr Kaldbak. Tá hon var liðug við realskúlan, vildi hon sleppa í onnur lond. Var fyrst eitt ár í Týsklandi og síðani trý ár í Fraklandi. Í Paris hitti hon tunesaran Mouldi, sum hon seinni giftist við. Úr paris vóri tey ein túr í Tunesia og síðani …
  continue reading
 
Vit hitta Svanbjørg Manai, sum er farin úr starvi á frímerkjadeildini eftir 47 ár. Hon tók við starvinum tann 1. apríl 1976, tá føroysku myndugleikarnir yvirtóku danska postverkið í Føroyum undir heitinum Postverk Føroya. Frímerkjadeildin hevur verið eitt spennandi arbeiðspláss við mongum avbjóðingum.Hesi árini eru framleidd heili 1000 ymisk frímer…
  continue reading
 
Petur Simonsen hevur sínar hugsanir um framtíðina hjá føroyskum fótbólti. Hann heldur, at tað er umráðandi at varðveita tey ungu, sum byrja at spæla fótbólt, so tey eisini gera vart við seg í vaksna-mannadeildunum. Tað tykist verða ein trupulleiki, at ov nógv gevast, tá tey eru hálvvaksin.Nú eru feløgini eisini farin at fækkast. Spurningurin um tað…
  continue reading
 
Petur Simonsen var formaður í ítróttafelagnum ÍF í Fuglafirði árini 1978-1982. Fótbóltsvøllur varð gjørdur í Fuglafirði í 1956. Hann var nakað lítil, men vaksið varð um hann, tá ÍF var komið í meistaradeildina, og her vunnu teir sítt fyrsta FM í fótbólti í 1979. Tað var stórur dagur í Fuglafirði. Venjari var tann sjáldsami sviin Ronni Gunnarsson.Kv…
  continue reading
 
Petur Simonsen fór í 1966 til Keypmannahavnar á studentaskúla, og tók prógv í 1969. Tá hevði hann longu funnið saman við Gunnrið úr Havn. Afturkomin til Føroya, fekk hann kjans sum læraravikarur í Skúgvi, har hann var eitt áhugavert skúlaár sama vetur, sum bókin Rannvá hjá Dagmar Joensen-Næs varð lisin í útvarpinum.Hendan veturin avgjørdi hann at f…
  continue reading
 
Martha og Sigurð Simonsen bygdu sær hús í Fuglafirði í 1941. Hetta vóru stór betonghús við betongtaki. Eftir kríggið, tá skipini fóru av knóranum, var vandi fyri, at húsini fóru á aðrar hendur, men tað hendi ikki. Sigurð fór nú at sigla við ymsum fiskiskipum og farmaskipum. Petur var tvey summur við "Hólmi" og seinni á sild við "Gulldrangi" við páp…
  continue reading
 
Fyrsti gesturin í Meg minnist í heyst verður Petur Simonsen úr Fuglafirði. Eitt av hansara áhuga-málum er søgan um ítróttin í heimbygdini. Menn spældu fótbólt á sandinum um aldarskiftið 1900, men stovnaðu ikki felag fyrrenn í 1938, tá eiðismenn, leirvíkingar, fuglfirðingar og gøtumenn spældu eina vetrarkapping.Í 1946 fekk felagið navnið Ítróttafela…
  continue reading
 
Tað var av tilvild, at Annika Hoydal bleiv sjónleikari og filmsleikari.Hetta kom alt burturúr, at hon í 1960unum varð yvirtalað at syngja á studentakabarettum í Sjónleikarhúsinum. Seinni sang hon ymsataðni, eitt nú á Vicevertshúsinum í Tivoli. Hon fór upp til roynd at sleppa á sjónleikarakúla og slapp inn.Henni hevur dámt serliga væl at spæla á smá…
  continue reading
 
Tá Karsten Hoydal var liðugur í Ekvador á vesturstrond Suðuramerika, sigldu tey aftur til Evropa við einum italskum ferðamannaskipi. Nú steðgaðu tey aftur hjá FAO í Rom. Heilsan hjá Anniku var onki at reypa av, men hon fekk bart seg gjøgnum skúlan við einum studentaprógvi úr Danmark. Hevði ilt við at avgera, hvat hon so skuldi gera, men fekk sum fr…
  continue reading
 
Annika Hoydal er fødd í Havn stutt eftir, at familjan kom úr Danmark í 1945. Mamman var donsk av ættini Falk-Rønne. Abbi hennara hevði verið prestur á Sandi. Pápi Anniku var Karsten Hoydal úr Hoydølum. Hann hevði lisið fiskivinnufrøði í Keypmannahavn. Fyrru helvt av 1950unum fór øll familjan, Annika og tríggir brøður, við foreldrunum yvir til Ekvad…
  continue reading
 
Eitt eyðkenni fyri Hoyvík í dag er hondbóltsfelagið H71. Hetta felag hevur nú í mong ár staðið seg væl í lands- og steypakappingum og hevur vunnið nógv seinastu árini. Ungdómar í Hoyvík tóku stig til felagið væl stuðlaðir av sínum foreldrum. Fleiri skúlar eru bygdir í Hoyvík, Hoyvíkar Skúli og Skúlin á Løgmannabreyt. Barnagarðar eru eisini bygdir. …
  continue reading
 
Bróstsjúkrahúsið í Hoydølum var næsti granni hjá Hoyvíkingum. Í eini 50 ár lógu nógv fólk sjúk har av tuberklum. Við Sanatoriinum fekk Hoyvík nýggju farleiðina, Sanatoriivegin, oman til Havnar. Fyrst í 1960unum flutti Føroya Studentaskúli inn í húsini, og nógvir ungdómar komu hagar at búgva og ganga í skúla. Í 1970unum varð farið undir at leggja ti…
  continue reading
 
Í trimum sendingum við Jákup Símuni Simonsen fara vit at hoyra um Hoyvík í fortíð og nútíð. Hoyvík er millum størstu búpláss í Føroyum við um 4000 fólkum. Fyri fáum árum síðani var Hoyvík ein lítil bygd. Upprunaliga var ein bóndagaður har. Tá ein fúti ikki slapp at planta skóg í Hoydølum, býtti hann ein uppsitaragarð burtur av festinum. Royndarstøð…
  continue reading
 
Beate sat í barnaverndini í Havn í 16 ár. Hon umboðaði sambandsflokkin. Hetta var eitt umleypandi starv. Viðhvørt vóru stórir trupulleikar, viðhvørt vóru málini smærri, men ein javnur streymur var, sum eftirlit mátti vera við. Í 2000 stillaði Beata upp til sjálvt býráðið, og varð vald tvey valskeið. Eitt skeið var hon formaður í sosialu nevnd. Í 19…
  continue reading
 
Beate fór í skúla hjá nonnunum seks ára gomul í 1953. Har høvdu tey útlendskar nonnur sum lærarar, eisini í føroyskum. Tær hildu gott skil á skúlanum. Beate hevði eksem. Fimm ára gomul var hon ein mánaða á TB á landssjúkrahúsinum. Hon heldur, at hon fekk astma har av sproytuevninum Acht. Var seinni hálvt ár á astmaheimi í Kongsbergi í Noregi. Har h…
  continue reading
 
Beate Samuelsen er formaður í Landsfelag føroysku pensjónista, sum hevur 16 limafeløg kring landið. Felagið hevur samband við løgting og landsstýri um spurningar, sum viðvíkja eftirløntum. Beate er dóttir Georg L. Samuelsen, sum eitt mannaminni var blaðstjóri á Dimmalætting. Mamman var Rakul, dóttir Lisbeth og Jóanes Fonsdal í Vestmanna. Georg var …
  continue reading
 
Edmund Joensen varð valdur á løgting fyri sambandsflokkin á løgtingsvali í 1988. Longu í 1990 gjørdist hann formaður í flokkinum. Í 1994 kom sambandsflokkurin í landsstýrið við Edmundi Joensen sum løgmanni. Hann sat í hesum sessi meginpartin av fýra árum, men skrivaði út nýval í ótíð orsakað av vantandi játtan frá donsku stjórnini um samráðingar og…
  continue reading
 
Við hvalastøðini i við Áir broyttist náttúran í Sundalagnum. Eitt var, at hvalabátarnir komu hagar við fonginum, annað var, at her tók seg eisini upp eitt fjølbroytt fuglalív. Tá seinasta sólarmyrking var, vóru Edmund og ein vinmaður við línu í Sundinum. Teir vildu vita, hvørja ávirkan tað hevði á fiskin, ta løtuna, ið myrkt var. Edmund er fjórði o…
  continue reading
 
Sum stjóri og medeigari í virkinum O.C. Joensen á Oyri var Edmund Joensen limur í umboðsráð-num og starvsnevndini í l/f Føroya Fiskasølu. Hon stílaði fyri útflutninginum hjá sínum limum, ið vóru so at siga øll fiskavirki og skip. Fiskasølan hevði deildir í Grimsby og Hirtshals og samstarvaði eisini við Coldwater Seafood í USA. Eitt skifti sendi Fis…
  continue reading
 
Edmund Joensen var uppi í, tá farið varð undir alibrúk í Skálafirði og við Streymin. Tá teir funnu nóg heitt vatn við Áir mælti Júst í Túni, at hetta var ein revolusjón. Landsstýrið hevði hug at byggja alivinnuna upp sum smá húsmansbrúk. Tað helt ikki. Lús og sjúkur vórðu dagligur kostur. Nú talar Edmund fyri at fara út á hav at ala. Spurningurin e…
  continue reading
 
Børnini á Oyri runnu dyst, spældu bólt og arbeiddu við teimum vaksnu. Edmund var fyrsta túr til skips við einum leigaðum norskum kópafangara. Ingolf Andreassen førdi hann á sild. Teir fingu 2600 tunnur og vóru besta skip. Edmund var seinni við Búgvanum undir Føroyum. Tá teir komu aftur við fullum skipi, segði Tórhallur við reiðaran: "Skipið er bara…
  continue reading
 
Edmund Joensen er barnføddur á Oyri í Eysturoy. Pápin Poul Joensen var oyrarmaður og mamman var Hansina Samuelsen úr Haldórsvík. Tey bygdu úti á Bakka á Oyri, har Poul fór at handla við matvørum og taka móti fiski. Saman við bróðrinum Jógvani hevði hann eitt annað felag, sum seldi eitt nú kraftfóður og tók móti vársild og summarsild.Edmund er føddu…
  continue reading
 
"Tað er ikki bara sum at siga tað at gevast við øllum hesum her", tekur Edmund Joensen til, nú hann eftir mong ár á fólkatingi, løgtingi og í landsstýri er givin í politikki. Hevur nú sum fólkatingsmaður eisini verið limur í Norðurlandaráðnum og í fólkatingsins uttanríkispolitisku nevnd. Dagliga starvið á fólkatingi hevur fyrst og fremst verið at r…
  continue reading
 
Karin og Árni Brattaberg komu aftur til Føroya úr Voss í Noregi til jólar í 1966.. Við sær høvdu tey sonin Rúna. Búsettust fyrst í Havn. Fluttu seinni til Vágs. Árni fekst við jørð og betong og byggiar-beiði eins og bóndaarbeiði í Fámará. Karin fór at arbeiða við ull. Byrjaði í nítiárunum, tá alt steðg-aði upp. Sum fráleið fekst ein verulig vinna b…
  continue reading
 
Eftir skúlaárini fór Karin Brattaberg til Havnar at vera arbeiðsgenta. Var eitt lítið ár í húsinum hjá Eydnu Viderø. Haðani fór hon á Bacalao. Várið 1961 var Karin á háskúlanum. Hetta var góð tíð. Tey vóru útferð við ”Thorshavn”. Skipið stóð brádliga fast í botni við Kirkjubøholm. Har var gangur og róp til bátar loksins komu til hjálpar úr Kirkjubø…
  continue reading
 
Karin Brattaberg átti fýra mammubeiggjar á Eiði: Frederik, Georg, Jørgen og Gunnar Joensen. Teir giftust allir av bygdini. Frederik til Vágs, Georg og Gunnar til Klaksvíkar og Jørgen til Keypmanna-havnar. Georg var skipari á Thor, tá hon var álopini út fyri Aberdeen í 1941. Hann visti ikki onnur ráð enn at skjóta eftir týskinum. Varð heiðrarður við…
  continue reading
 
Nýggjur gestur í Meg minnist verður Karin Brattaberg úr Funningi, sum eisini hevur búð í Havn og í Vági. Hon hevur stóran áhuga fyri kvæðum og dansi og skipaði á plátuni, sum Hansmann Tórgarð síðst í 50unum gav út við funningsbørnum. Pápi hennara hevði lært hana stev, tá hon var smágenta. Funningsfólk høvdu fingið nýggja dansistovu ella mentunarhús…
  continue reading
 
Selatrað er partur av Sjóvar kommunu. Í kommununi eru eisini Glyvur, Strendur, Kolbeinagjógv og Morskranes. Selatrað og Strendur eru markatalsbygdir. Hinar tríggjar eru niðursetubygdir. Skúli var á Selatrað frá 1890unum inn í 1960ini. Síðani hava børn av Selatrað gingið í skúla á Strondum. Gamli skúlin er til enn. Nú er hann umbygdur og er missións…
  continue reading
 
Á Selatrað eru nógv staðarnevnd, sum eru komin av fólkanøvnum, men ongin veit at siga nakað um hesi fólk. Men sagnir eru. Til dømis um norðmannin Tór, sum kom til ilnar við Harald Hárfagra í Noregi og flýddi til Føroya. Hann búsettist í Hósvík og hevði fólk fyri seg á Selatrað at siga frá ófriðaskipum. Eitt kent navn á Selatrað var tann skilagóði R…
  continue reading
 
Tingstaðurin á Selatrað var fyrstu tíðina hildin á Kvíggjarheyggi norðanfyri búsetingina. Har var tingið hildið úti. Har var eisini gálgin at hongja tey í, sum fingu deyðadóm. Í 14-1500 árunum varð tingið flutt undir tak og varð síðani hildið í bóndahúsunum Niðristovu Heimi í Bø. Nýtt gálgastað var nú uppi á Gálgasteini oman fyri húsini. I sendingi…
  continue reading
 
Í nøkrum sendingum fer Max Cecil Weihe av Selatrað at greiða frá bygdini í søgu og søgn. Selatrað er fyrstu ferð nevnd í Hundabrævinum, sum varð skrivað millum 1350 og 1400, men hon er ivaleyst eldri enn tað. Keltar hava óivað verið framvið á Selatrað, áðrenn norðurlendingar løgdu leiðina til Føroya. Orðaskifti hevur verið um bygdanavnið. Er upprun…
  continue reading
 
Viberg Sørensen legði eitt skifti dent á at fiska havtasku. Hetta var lønandi fiskiskapur og vardi eina tíð. Hevði eisini hug at royna eftir svartkalva og keypti tann gamla ?Suðurvarða? til tað. Skipið varð umvælt og fiskiskapurin royndist, men illa lá fyri at selja, so fyritøkan gavst. Viberg var formaður í Føroya Reiðarafelag eitt skifti. Tá royn…
  continue reading
 
Tað var uppliving at koma í Føroyingahavnina fyrstu ferð. Har var lív og størsta flakavirki føroy-inga. Umráðandi var at skunda sær aftur á fiskileið. Mitt í 60unum fór Viberg á sjómannaháskúla í Svendborg. Í 1963 var hann fyrsta túr við trolara, ?Leivi Øssurssoni?. Var liðugur á sjómansskúl-anum í Havn í 1967. Fyrsti kjansur sum stýrimaður var við…
  continue reading
 
Viberg fór sín fyrsta túr til skips í 1961. Pápin Ansgar Sørensen førdi skip sum ?Akranes?, ?Rólant?, ?Hamranes? og línuskipið ?Gudmund? hjá N.J. Mortensen. Støðan var vánalig í 50unum. Nógv skip stóðu seg ikki og vórðu seld av landinum. Stórur partur av fiskimonnum leitaði til Íslands eftir kjansi. Arbeitt varð við at endurnýggja skipaflotan. Í 19…
  continue reading
 
Kongligi handilin virkaði á Tvøroyri í nøkur fá ár frá 1836 til 1856. Hans Georg Thomsen keypti hendan handil, og skjótt fór Jóhan Mortensen undir egnan handil. Handlarnir mentust og løgdu seg eisini eftir fiskivinnu. Nú var møguleiki hjá monnum at fáa skipskjans og konufólk kundu fáa arbeiði í fiski. Sum fráleið mentist Tvøroyri til eina virksama …
  continue reading
 
Viberg Sørensen hevur eftirnavnið frá langabba sínum Hanusi, sum um aldarskiftið 1900 flutti úr Dali til Trongisvágs. Hanus helt, at har var tryggari at búgva enn í Skeiðistoftum í Dali. Hanus tók húsini niður og tók tey við til Suðuroyar. Hanus tók upp jarðarbrúk, men var eisini postmaður í norðaru helvt. Viberg Sørensen hevur fornavn sítt eftir l…
  continue reading
 
Regin Joensen hevur búð alla sína tíð undir Gøtueiði. Hann er múrari og hevur arbeitt um alt landið. Fyrstu fólk, sum settu seg niður undir Gøtueiði í 1852, vóru úr Syðrugøtu og Norðragøtu. Maðurin Jóhan var av Lækjuni og konan Elsebeth Frederikka av Fløtti. Tey bygdu á Toppafløtu. Dóttirin Jóhanna Katrina og maður hennara Alexander Magnussen av Sk…
  continue reading
 
Inga hitti Árna, tá hann kom til Havnar at ganga á stýrimansskúla í 1958. Hann fór út at sigla, og hon fór á húsmóðirskúla í Vordingborg. Tá komu boð frá Árna um, at teir vóru á veg úr Suðuramer-ika til Rotterdam. Hon avstað, men í Amsterdam var ongin Árni og tók ímóti. Ólag var á ferðsluni. Helt leiðina til Rotterdam, har hon loksins hitti hann. E…
  continue reading
 
Gestur í Meg minnist verður nú Inga Simonsen í Havn. Hon er fødd Gunnarsson og giftist við skip-aranum Árna Simonsen úr Fuglafirði. Inga er havnarkona við stórum H, men varð tó fødd suðuri í Vági orsakað av krígnum. Mamma hennara Herborg av Viðareiði og pápin Gunnar vuksu bæði upp í Vági. Út fyri Helluni á Viðareiði fór ein barnavognur á sjógv við …
  continue reading
 
Tað var tann tíð, tá KÍ vann FM í fótbólti hvørt ár frá 1966 til 1970. 66-liðið legði ein meistaraskap aftrat í 1972, men nústani hevur KÍ aftur vunnið FM í ovastu deildini tvey fylgjandi ár. Steinbjørn hjá Sam í Búðunum spældi trý ár í dreingjadeildini miðskeiðis í 50unum við góðum úrsliti. Í 1957 fekk hann sínar fyrstu dystir á 1. liði, og har va…
  continue reading
 
Loading …

Quick Reference Guide