Refleksjón

Share
 

Manage series 1004681
By Kringvarp Føroya. Discovered by Player FM and our community — copyright is owned by the publisher, not Player FM, and audio is streamed directly from their servers. Hit the Subscribe button to track updates in Player FM, or paste the feed URL into other podcast apps.
Savnssending Refleksjón kunnar teg um føroyska mentanarpallin! Refleksjón er regluliga sjónvarpssendingin um føroyska mentan og list í vetrarskránni hjá Kringvarpi Føroya. Refleksjón gevur hyggjarunum vitan og innlit í teir ymisku tættirnar á mentanarøkinum. Talan er um evni úr øllum listagreinum. Vit frætta tíðindi og hoyra um serligar hendingar og rák á lista - og mentanarøkinum. Sendingin er ein magasinsending við innsløgum um bókmentir, tónleik, sjónleik, miðlar, myndlist, søvn, arkitektur, snið, dans, populermentan, fólksliga mentan, skúla- og mentaskap og mentanarpolitikk. Kringvarp Føroya er ein av týdningarmestu mentanarstovnunum í Føroyum. Tí vóru mentan og list longu frá fyrsta degi týðandi tættir í public-service tilboðnum hjá sjónvarpinum. Sendirøðir sum Mál og mentan (1984-85), Gluggin (1984-90), Skái (1990-91), Basalt (1997-2001), Magn (2002) og síðani í 2003 Mentanartíðindi hava í innsløgum og samrøðum viðgjørt hendingar á mentanarpallinum. Somuleiðis hevur sjónvarpið hjá Kringvarpinum gjørt hópin av støkum sendingum um mentan. Sendirøðirnar Bókakassin (1991-94), Innskot (1998-2000), Gesturin (2001-2003) og Mentanartíðindi (2003-2009) hava eisini mangan havt mentafólk sum gestir. Refleksjón hevur eitt nýmótans og lætt snið, sum ger sendingarnar áhugaverdar at hyggja at. Aðrar mentanarsendingar Ein onnur sending í Kringvarpinum, sum tekur upp evni innan list og mentan er t.d. In mente í útvarpinum. Refleksjón og In mente samstarva um evnir og innihald. Slag av sending: Tíðindi, mentan, list Málbólkur: Tey, ið hava áhuga fyri mentan og list Sendilongd: 25 minuttir Vertur: Heini í Skorini Fotografur: Hallur E. Thomsen Redaktørur: Heini í Skorini, heini@kvf.fo

110 episodes