Kringvarp Føroya public
[search 0]
Download the App!
show episodes
 
Artwork

1
Andaktin

Kringvarp Føroya

Unsubscribe
Unsubscribe
Monthly+
 
Hvørt sunnukvøld klokkan 19:50 senda vit andakt í sjónvarpinum. Tað er ymsu samkomurnar í Føroyum, sum skriva og lesa sjónvarpsandaktirnar. Prestar í fólkakirkjuni skriva og lesa andaktirnar, tá høgtíðir eru.
  continue reading
 
Útvarpið sendir beinleiðis gudstænastu hvønn sunnudag í árinum úr føroysku fólkakirkjuni. Harumframt verða gudstænastur eisini útvarpaðar um kirkjuligu høgtíðirnar. Sagt verður, hvør er prestur, deknur, urguleikari og klokkari, og hvørjir sálmar verða sungnir.
  continue reading
 
Artwork

1
Útvarpstíðindi

Kringvarp Føroya

Unsubscribe
Unsubscribe
Daily+
 
Gerandisdagar: Mánadag – fríggjadag, 10 sendingar frá klokkan 7:00 – 18:00 Vikuskifti: Leygardag og sunnudag, tríggjar sendingar frá klokkan 10:00 – 18:00 Tíðindasendingin í útvarpinum varpar ljós á samfelagið, og tíðindaflutningurin greinar og perspektiverar núlig evni í einum samansettum heimi. Tíðindaflutningurin hjá Kringvarpi Føroya er óheftur av politiskum, handilssligum, átrúnaðarligum og øðrum seráhugamálum.
  continue reading
 
Artwork

1
Morgunlesturin

Kringvarp Føroya

Unsubscribe
Unsubscribe
Daily
 
Morgunlesturin er eins gamal og sjálvt Kringvarpið. Prestarnir í fólkakirkjuni skiftast at skriva hvørja viku, og ymisk fólk kring landið lesa lestrarnar. Sendingin byrjar við einum sálmi, síðan kemur bøn, skriftorð og so nakrar linjur um tekstin - ofta sett í eitt nútíðarhøpi - og endar við Faðir vár og einum sálmi.
  continue reading
 
Artwork

1
Dagur og vika

Kringvarp Føroya

Unsubscribe
Unsubscribe
Weekly+
 
Umframt at veita føroyingum tey nýggjastu tíðindini, fer sendingin eisini í dýpdina við tí núliga. Meginparturin av tíðindunum eru føroysk, men fer ein stórhending fram úti í heimi, verður hon sjálvsagt fylgd í Degi og viku. Dagur og vika er alt frá politikki og búskapi til prát við fólk á gøtuni.
  continue reading
 
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri. Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
  continue reading
 
Theodor Eli Dam Olsen, prestur, skrivar hetta kirkjuárið. Presturin skrivar og lesur tekstin. Sendingin byrjar við, at lisið verður prædikuteksturin til teir ávísu sunnudagarnar. Teksturin verður tulkaður og viðgjørdur. Sendingin endar við sangi ella sálmi, sum prestur velur.
  continue reading
 
Artwork

1
Sjá

Kringvarp Føroya

Unsubscribe
Unsubscribe
Monthly
 
Savnssending. Nýggj føroysk sjónvarpssending við trimum gestum í sjónvarpsstovuni hvørt sunnukvøld. Talan er um eina breiða sending við millum annað gestum frá vinnulívinum, mentanarpallinum, ítróttinum, samfelagskjakinum og fólkum annars, ið hava áhugaverdar ella øðrvísi lagnur og sjónarmið. Vertur er Heini í Skorini. Frætt eisini meira her: Sjá á Facebook
  continue reading
 
Artwork

1
Dokumentarar

Kringvarp Føroya

Unsubscribe
Unsubscribe
Monthly
 
Dokumentarsendingar eiga sín fasta part í sjónvarpsskránni. Dokumentar er ein breið sjangra. Her verða gjørdar bæði featuresendingar við menniskjaligu frásøgnini í sentrum, magasinsendingar og gravandi sendingar við fokus á óreglusemi í samfelagnum. Innihaldsliga fevna sendingarnar um alt frá søgu, siðsøgu og lívsstíli til sosialrealismu og portrett.
  continue reading
 
Artwork

1
Sunnudagsløtan

Kringvarp Føroya

Unsubscribe
Unsubscribe
Monthly
 
Savnssending Sunnudagsløtan er serliga upplestur av framhaldssøgum til børn. Søgurnar eru fjølbroyttar – nýggjar, gamlar, siðsøguligar, veruligar ella fantasisøgur. Tá upplestur ikki er á skránni í Sunnudagsløtuni, er tað átrúnaðarligt tilfar til børn. Vertirnir hava til dømis vitjað í einum sunnudagsskúla og greitt frá bíbliusøgu.
  continue reading
 
Artwork

1
Brunsj

Kringvarp Føroya

Unsubscribe
Unsubscribe
Monthly
 
Brunsj er beinleiðis útvarpssending hjá Kringvarpinum, ið bjóðar øllum føroyingur til hugnaligt og undirhaldandi útvarp við gesti, samrøðum og tónleiki hvønn leygarmorgun millum kl. 10:05 og 12:00.. Vertur: Eyðfinn Jensen, eydfinn@kvf.fo Brunsj á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
  continue reading
 
Artwork

1
Meg minnist

Kringvarp Føroya

Unsubscribe
Unsubscribe
Monthly
 
Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
  continue reading
 
Artwork

1
Dilemma

Kringvarp Føroya

Unsubscribe
Unsubscribe
Monthly
 
Savnssending Dilemma er ein sending, har etisk evni verða tikin upp. Tríggir gestir, ið á ein ella annan hátt eru kendir úr almenna rúminum, tosa um sínar áskoðanir á evni sum eitt nú deyðan, rúsdrekkatrupulleikar, aktiva deyðshjálp og fosturdiagnostikk. Slag av sending: Kjak Málbólkur: Vaksin, við áhuga fyri etiskum evnum Sendilongd: 25 min. Vertur: Solby Christiansdóttir Redaktørur: Solby Christiansdóttir, solby@kvf.fo
  continue reading
 
Artwork

1
Mælt

Kringvarp Føroya

Unsubscribe
Unsubscribe
Monthly
 
Savnssending Hvørt fríggjakvøld í vár er nýggja sjónvarssendingini mælt á skránni. Sendingin snarar rundanum lyklaorðini gaman, álvara og aktualitet. Við gestum, innsløgum, kjaki, matgerð og tónleiki skal sendingin taka samanum farnu vikuna í einum løttum tóna í einum hugnaligum og áhugaverdum umhvørvi. Vertur: Høgni í Jákupsstovu Redaktørur: Høgni í Jákupsstovu Ábyrgdarhavandi: Solby Christiansdóttir, solby@kvf.fo
  continue reading
 
Artwork

1
Kringlan

Kringvarp Føroya

Unsubscribe
Unsubscribe
Monthly
 
Sendingin er ikki á skránni í útvarpinum í løtuni. Væntandi byrjar sendingin aftur fyrst í 2015. Kringlan er barnaútvarp, ið snýr seg um núlig evni ella fer í dýpdina við einum ávísum evni. Tá Barnaútvarpið hevur temaviku, verður vikan ofta longd við Kringluni. Ein partur av Kringluni er Kringlusvararin, har børn kunnu ringja inn og ynskja sær eitt lag. Ynsk tær eitt lag Telefonnummarið hjá Kringlusvararanum er 342089, og tað eru bara børn, ið sleppa framat. Søgan Kringlan hevur verið til sí ...
  continue reading
 
Artwork

1
Speki

Kringvarp Føroya

Unsubscribe
Unsubscribe
Monthly
 
Savnssending Í Speki eru sjónvarpsfyrilestrar til teirra, sum vilja vita meira. Fyrilestrahaldararnir koma frá ymsum stovnum, ið hava við gransking at gera. Speki er eitt úrslit av samstarvi millum Kringvarp Føroya og Fróðskaparsetur Føroya. Hugskotið aftanfyri Speki er at bjóða dygdargóða fólkaupplýsing um ymisk viðurskifti. Talan er um klassiskar fyrilestrar. Karmurin er minimalistiskur. Talaða orðið er í miðdeplinum. Fyrilestrarøðin kom fyrstu ferð á skránna í 2007, og er - eftir ein steð ...
  continue reading
 
Artwork

1
Surk

Kringvarp Føroya

Unsubscribe
Unsubscribe
Monthly
 
Surk er ein sending, ið verður send seinnapartar leygardagar í vetur, frá klokkan 12:40 til 15:00 í útvarpinum. Talan er um beinleiðis leygardagsútvarp, har ringt verður í eyst og vest, suður og norð. Ein sending har pulsurin verður tikin av føroyska leygardegnum. Surk merkir fínligt regn, sirm, stroyggja, slaga. Tað surkar eitt sindur úti - tað regnar eitt sindur úti. Vertir eru Kári Sólstein og Øssur Egholm.
  continue reading
 
Artwork

1
Moldvarp Føroya

Kringvarp Føroya

Unsubscribe
Unsubscribe
Monthly
 
Savnssending Moldvarp Føroya - ein føroysk satira í seks pørtum. Moldvørpan er kanska blind, men hon er ikki býtt. Treiskliga gravar hon seg gjøgnum ta myrku føroysku moldina, fyri at finna nøkur av teimum evnunum sum vit alt ov sjáldan síggja á skíggja. Moldvørpan er eisini ein njósnari sum sníkir seg inn á stovnar og felagskapir, fyri at avdúka hvat veruliga gongur fyri seg handan stongdar dyr. Moldvarpa er eisini ein lítil túgva av skarni, sum reyðmaðkurin leggur upp á jørðina um várið - ...
  continue reading
 
Loading …
show series
 
Loading …

Quick Reference Guide